Grein

Mumi bleiv fagnaður í heystfrítíðini

Stívliga 300 børn royndu seg í mumikviss, og Snorkadiddan er yndismumitrøllið

Eftir bókasavnið

Tags

Mumi

Vit hava kastað lut millum øll tey mongu svarini, ið komu inn, og tveir hepnir vinnarar eru funnir. Teir hava hvør vunnið eitt gávukort fyri tvey frá Havnar bio. Tillukku við vinninginum!

YNDISMUMITRØLLIÐ er SNORKADIDDAN. Hon fekk 67 atkvøður. MUMI var nr. 2, og LÍTLA MÝ nr. 3. Um Snorkadidduna kann man lesa, at

"Snorkadiddan er ein fyrimynd fyri okkum øll við sínum dirvi og vælvild. Hennara smíl lýsir upp sjálvt tann myrkasta dag, og hon hevur hjarta eins stórt og ævintýraheimurin."  (funnið á netinum)

TAKK tit øll, ið komu á bókasavnið í heystfrítíðini og svaraðu mumikvissini <3 

Les eisini