Lesing: Tú hevur størri ávirkan, enn tú gevur tær far um
Les eitt sindur. Gev nógv.
Eftir
Úrslitini frá PISA-kanningini, ið nýliga vórðu kunngjørd, eru fyri mong ørkymlandi. Og umhugsar tú at lesa meira heima, so fært tú íblástur her. Greinin er týdd úr donskum, og tað er ritstjórnin hjá donsku fólkabókasøvnunum, sum hevur skrivað.
Les lítið. Gev nógv.
Ofta hava foreldur eina kenslu av, at barnið lesur minni og minni, eldri tað verður. Hetta er ikki bara ein kensla. Ein frágreiðing frá Rudersdal kommunu í Danmark vísir, at lesihugurin hjá børnum minkar gjøgnum skúlaárini. Frágreiðingin vísir, at royndir tíðliga í lívinum við máli og bókum hava ávirkan fleiri ár fram, og upplestur, bókasavnsvitjanir og áhugi fyri søgum og máli áðrenn skúlabyrjan stimbra gleðina við at lesa gjøgnum skúlaárini.
Tað merkir, at lesimentanin heima við foreldum ella øðrum avvarðandi á odda spælir ein avgerandi leiklut fyri, hvussu børnini menna og varðveita hugin og gleðina við at lesa.
Tú hevur ávirkan! Men hvat skalt tú gera?
Tað kann ikki sigast nóg greitt, hvussu stóran týdning, tú sum foreldur hevur fyri lesihugin hjá barninum - vit skilja væl, um tað er ov trupult at gjøgnumskoða við øllum frágreiðingum, kanningum og peikifingrum. Tí hvat er tað ítøkiliga, tú sum foreldur skalt gera fyri at hjálpa barninum? Vit kava niður í frágreiðingina frá Rudersdal og finna tey bestu ráðini til tín sum foreldur.
Les sjálv/ur
Tað er greitt samband millum lesivanarnar hjá foreldrunum og lesihugin hjá barninum. Tá barnið sær teg lesa eina bók, eitt blað ella eitt tíðarrit, er tað eitt greitt tekin: At lesa er nakað, sum vaksin eisini gera, tí tað er áhugavert og gevandi.
Skift skíggjatíð út við bókaløtu
Tað er eitt neiligt samband millum skíggjanýtslu og lesihugin hjá børnum: Børn við nógvari skíggjatíð hava sum heild minni hug at lesa. Um barnið brúkar skíggjan at slappa av við eftir ein langan dag, kundu tit roynt at lurtað eftir einari ljóðbók ístaðin, ella kanska blaðað í einari teknirøð ella barnablaði.
Far á bókasavnið ...
Tað er greitt samband millum bókasavnsvitjanir og lesigleði. Tá barnið kemur við á bókasavnið, kann tað sjálvt velja sær bøkur, fáa íblástur og finna nýggj evni, ið kveikja áhugan. Samstundis verður lesingin eitt felags ítriv fyri barnið og tann vaksna, og verður knýtt at hugnaligum upplivingum.
… og læn nógvar bøkur heim við
Fleiri bøkur, børnini hava rundan um seg, størri sannlíkindi eru fyri, at tey fáa hug at lesa. Eitt heim, har bøkur eru sjónligar og verða brúktar, vísir barninum, at lesing hevur eitt natúrligt pláss í gerandisdegnum. So tú kanst gjarna taka alla Grísapeppa- ella Minecraftrøðina heim við tær av bókasavninum, næstu ferð tú vitjar.
Tosa um tað, tit lesa
Ofta tosa foreldur við barnið um skúla, og hvat tað hevur lært, men tað er longri ímillum, at tey tosa um tað, sum barnið lesur. At tosa um bøkur, søgur, persónar og søgugongdir kann styrkja hugin hjá barninum at lesa. Spyr barnið, hvat var spennandi, stuttligt ella undrunarvert við bókini. Deil tínar egnu lesiupplivingar og ver forvitin um tað, sum barnið lesur.
Les eitt sindur. Gev nógv.
Ljóðar tað enn ov trupult at gjøgnumskoða? Tað nýtist tað ikki at vera! Um tú kennir teg vilsta/n, varpar frágreiðingin serliga ljós á hesi trý tingini:
- Les sjálv/ur (so sær barnið, at lesing er ein natúrligur partur í gerandisdegnum hjá teimum vaksnu)
- Raðfest tíð at lesa (eisini tá barnið gerst eldri og sjálvt dugir at lesa)
- Hugsa um miðlavanarnar (og fá javnvág millum lesing og skíggjatíð)
Smáir vanar í gerandisdegnum kunnu gera stóran mun, men minst til, at tað er ikki ein rættur máti at lesa. Kanska rigga teknirøðir best hjá tykkum, kanska ljóðbøkur, ella kann tað vera ein peikibók við Mimbo Jimbo, sum tú longu hevur lisið 200 ferðir, sum fangar barnið beint nú. Kanska riggar best um morgunin, kanska um kvøldið, í sofuni ella í bilinum. Tað hevur ikki so stóran týdning ...
Bara tit lesa eitt lítið sindur - tað gevur so nógv!
Bestu heilsur frá bókasavninum!