Rundvísing, book talk og bókasavnskunning
Tilboð til skúlar í Tórshavnar kommunu.
Rundvísing (15-30 minuttir)
Skúlar eru altíð vælkomnir, at seta seg í samband við okkum. At biðja um eina tíð, har næmingar kunnu vitja bókasavnið, og fáa eina stutta rundvísing.
Book Talk. Ætlað næmingum í 3.-6. flokki (45-60 minuttir)
Barnabókavørðurin finnur fram spennandi, kular og stuttligar bøkur, og hevur eitt sonevnt book talk. Book talk er miðlan av tilfari og samrøða millum bókavørðin og børnini, so teirra áhugamál og væntanir eisini verða hoyrd.
Tað kann vera alt slag av bókum: fantasy, science fiction, stuttligar bøkur, óhugni, vinalag, kærleiki, yrkisbøkur, o.s.fr.
Aftaná finnur og lænir hvør næmingur 1-3 bøkur, so næmingarnir skulu hava lánarakort við. Teir næmingarnir sum ikki frammanundan hava lánarakort á Býarbókasavninum, skulu hava skrivligt loyvi við heimanífra, til at fáa lánarakort.
Bókasavnskunning við uppgávum (45-60 minuttir)
Tilboðið er til næmingar frá 7. flokki, sum læra at finna runt á ungdóms- og vaksnabókasavninum.
Vit hava eina stutta rundvísing, og næmingarnir fáa til uppgávu at finna ymiskt tilfar á hillunum.
Sendið fyrispurning til bbs@bbs.fo, so avtala vit eina tíð.