Vegleiðing
Byrja í lesiringi
Hvussu byrji eg í einum lesiringi?
Tú kanst møta upp á stovnandi lesiringafundi á Býarbókasavninum. Stovnandi lesiringafundur er eina ferð um árið stutt eftir summarfrítíðina. Ein lesiringur hevur 8-12 luttakarar.
Nær og hvar skulu vit hittast?
Lesiringar hittast vanliga á Býarbókasavninum fyrsta mánakvøldið í hvørjum mánaði kl. 18.30-20.00.
Veturin 2025/26 hittast lesiringarnir hesar dagar:
- 3. november 2025
- 1. desember 2025
- 5. januar 2026
- 2. februar 2026
- 2. mars 2026
- 13. apríl 2026 (eftir páskir)
- 4. mai 2026
Hvat skulu vit lesa?
Tað ber til at skipa lesiringar út frá tema, tíðarskeiði, bókmentaslagi ella øðrum, t.d. kann tað vera føroyskar bøkur, klassikarar, feministiskar bøkur, bøkur eftir ein ávísan rithøvund - møguleikarnir eru óendaligir. Tað ber eisini til at lesa ymiskar bøkur uttan serligt tema.
Íblástur til bøkur fæst við at lesa ummæli í bløðum, við at leita á netinum ella spyrja á bókasavninum. Bókasavnið kemur við einum lista við bókum, sum bókavørðirnir á Býarbókasavninum viðmæla.
Hvaðani fáa vit bøkurnar?
Hvør einstakur hevur ábyrgd av at útvega sær bókina sjálvur. Um bøkurnar skulu útvegast umvegis bókasavnið, so er umráðandi at velja bøkur, sum ikki eru heilt nýggjar og nógv umbidnar, og bíleggja tær í góðari tíð.
Hav í huga, at nógvar bøkur kunnu hoyrast sum ljóðbók ella lesast sum e-bók. Til dømis kunnu tit læna ljóð- og e-bøkur ókeypis umvegis heimasíðuna hjá bókasavninum ella á appunum 'eReolen' og 'eReolen global'.
Góð ráð um bókaprátið
Her eru nøkur ráð um, hvussu tit kunnu skipa bókaprátið í lesibólkinum og fáa kjakið á glið.
Veljið ein orðstýrara
Ein orðstýrari heldur skil á kjakinum, so øll fáa orðið og verða hoyrd. Øll í bólkinum kunnu skiftast um at vera orðstýrari. Orðstýrarin ella onkur annar í bólkinum kann fyrireika seg frammanundan t.d. við at lesa ummæli av bókini.
Hugskot at fáa kjakið á glið
- Orðstýrarin býður vælkomin
- Orðstýrarin letur limirnar í bólkinum presentera seg fyri hvørjum øðrum.
- Orðstýrarin kann biðja limirnar í bólkinum skiftast um at fortelja sína fyrstu fatan av bókini, soleiðis at øll fáa sagt okkurt beinanvegin.
- Soleiðis finna tit eisini útav, hvørji evni eru áhugaverd, og kunnu skifta orð um tey.
Spurningar til bókaprátið
- Hvat slag av bók er hetta?
- Nær og hvar fer bókin fram, og hevur hetta nakran serligan týdning fyri søguna?
- Hvat ella hvørji høvuðsevni tekur bókin upp?
- Hvussu dámar tykkum málið? Er bókin væl skrivað/týdd ella ikki? Hví/hví ikki?
- Hongur søgan saman?
- Eru persónarnir realistiskir? Broytast teir gjøgnum søguna? Dámar tykkum høvuðspersónin? Hvørja ætlan hevur rithøvundurin við at lýsa persónarnar soleiðis?
- Hvussu er sambandið millum persónarnar í søguni?
- Er umhvørvið í søguni væl lýst? Hví/hví ikki?
- Hvat halda tit, rithøvundurin vil siga við søguni?
- Hevur søgan týdning fyri tykkum?
- Líkist bókin øðrum, tit hava lisið?
- Um tit hava lisið annað eftir rithøvundin, hvussu er henda bókin so, samanborin við tað?