Lutasavnið

Tú kanst læna lutir á bókasavninum. Lutirnir sum eru til láns, standa frammi á veghæddini. Tú kanst eisini bíleggja lutir á heimasíðuni, so fært tú eini boð, tá luturin er klárur at heinta.

Lánitíðin er 1 vika. 

Her síggjast lutirnir, sum tú kanst læna.  

Lutasavn latið upp

Icon Description

Lutasavnið læt upp í Umhvørvisvikuni 2025 og er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu. 

Við Lutasavninum verður dentur lagdur á at minka um ovurnýtslu og upprúgving av tingum, sum vit ikki brúka, ella bara brúka heilt fáar ferðir.

Tankin er, at Lutasavnið gevur teimum, ið læna, møguleika at ogna sær nýggja vitan, umframt eisini at geva teimum, sum ikki hava ráð ella pláss til at ogna sær lutir, møguleikan at læna teir. 

Lánitíðin er ein vika, og somu treytir eru galdandi sum við øllum øðrum bókasavnstilfari, ið lænt verður.