Bókasavnið í Vikuskiftissosialinum 4. september
Eftir bókasavnið
Í Sosialinum hesaferð viðmældu vit krimisøgur og bindibøkur.
"Nú kvøldini gerast myrk og long"
"Ein góð søga við spenningi, hugtakandi persónum og óvæntaðum hendingum, ið fanga lesaran frá fyrstu blaðsíðu. Her hevur tú møguleika at fylgja sporunum og gita teg fram til loysnina. Vit hava bæði krimirøðir og einstakar krimisøgur."
"Krimisjangran hevur fleiri undirsjangrur við hvør sínum eyðkennum. Her kunnu nevnast detektivkrimi, spenningskrimi, psykologisk krimi, politikrimi og hugnakrimi. Tær ymsu greinarnar innan krimi gera, at krimisjangran er fjøltáttað, og at hon vendir sær til fleiri ymiskar lesarar."
"Á Býarbókasavninum eru hópin av bindibókum og hondarbeiðsbókum yvirhøvur. Her eru bindibøkur til roynd og óroynd. Mynstur, bindihættir og myndir úr bókunum kunnu geva hugskot til fleiri bindiprojekt. Óansæð um tú leitar eftir eini einfaldari ella meiri avbjóðandi uppskrift, so finnur tú eina bindibók til høvið á bókasavninum."