At gerast lánari
Vilt tú gerast lánari, mást tú koma á bókasavnið ella senda okkum teldupost til bbs@bbs.fo, har tú upplýsir fulla navn, bústað, føðingardag, telefonnummar og teldupost. Samleikaprógv verður kravt. Um tú sendir teldupost, skal mynd av koyrikorti ella øðrum samleikaprógvi sendast við.
Tá ið tú ert stovnað/ur sum lánari, fært tú eitt lánarakort. Tað skalt tú hava við, hvørja ferð tú kemur á bókasavnið at læna. Eisini fært tú ein brúkara á okkara heimasíðu, har tú kanst rita inn og síggja tíni lán.
Um lánarakortið verður burtur, kostar eitt nýtt lánarakort 30 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.
Børn undir 13 ár skulu hava skrivligt loyvi heimanífrá fyri at gerast lánarar. Til ber at fáa skjal frá okkum at taka við heim at fylla út.