Bókaberin
Bókaberin er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum vegna rørslubrek ella annað brek ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.
Hvør kann brúka Bókaberan?
Skipanin er fyri øll, sum vegna drúgva ella varandi sjúku, rørslubrek ella annað brek ikki kunnu koma á bókasavnið, og sum ikki búgva saman við avvarðandi, sum kunnu fara fyri tey.
Fyri at brúka Bókaberan skalt tú búgva í Tórshavnar kommunu.
Vit bera út og aftur
Bókaberin kemur fyrsta mánadagin í hvørjum mánaði. Tá tú gerst brúkari, práta vit um nøgd og slag av bókum, tú vilt hava. Tað ber altíð til at ringja ella skriva til bókasavnið áðrenn næsta útberingardag, um serlig ynski eru.
Umsóknarblað
Tú kanst ringja til okkara ella senda teldupost fyri at fáa umsóknarblað. Umsóknarbløð eru eisini tøk á bókasavninum ella kunnu prentast frá heimasíðuni.
Tú kanst ringja ella skriva til Býarbókasavnið, um tú hevur spurningar.