Grein

Heimsins týdningarmestu bøkur

Hvat ger eina bók til ein bókmentaligan klassikara? Og hvørji verk hava uppiborið heitið sum heimsins allartýdningarmestu?

Eftir bókasavnið

Frámerki

bókaviðmæli

Tað er ógjørligt at velja heimsins týdningarmestu bøkur. Tó hevur bókmentafrøðingurin Mads Rosendahl Thomsen gjørt eina djarva roynd í sambandi við altjóða bókmentafestivalin LiteratureXchange, sum verður í Aarhus í juni. 

At velja nøkur verk merkir eisini, at onnur vera vald frá. Úrslitið gjørdist eitt úrval við tíggju klassikarum úr heimsbókmentunum, ið Mads Rosendahl Thomsen heldur vera heimsins týdningarmestu bøkur.

Gilgamesj

Er elsta kenda frásøguverkið. Bókina lýsir ferðina hjá einum sumeriskum kongi móti ódeyðiligheit, og leggur støðið undir teimum stóru temunum í bókmentunum: vinalagi, missi, deyðiligheit og plássið hjá menniskjanum í heiminum. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Tí bókin er elsta eposið, vit vita um. 

Ødipus kongur

Ein kongur leitar eftir sannleikanum um eitt eldri brotsverk – og varnast, at hann sjálvur er brotsmaðurin. Dømið hjá Aristoteles um tann fullkomna sorgarleikin hevur ovurstóran mentanarsøguligan resonans – ikki minst hjá Freud. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Hon er ein partur av grundarlagnum undir dramatisku siðvenjuni í Vesturheiminum.

Tann gudgivni skemtileikurin

Ein ferð gjøgnum helviti, reinsanareld og paradís. Danté skrivaði á italskum/toskanskum heldur enn latínskum og vísti, at fólkamálið kundi vera framúr gott bókmentaligt mál. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Hon fevnir allan heimin í einari langari yrking á einum tjóðarmáli.

Hamlet

Prinsurin av Danmark ivast í, hvat hann skal gera. Í Hamlet verður nútíðar-egið uppfunnið: Eitt sinn, sum eygleiðir seg sjálvt, tulkar sína egnu pínu og illa fær tikið støðu. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Hon er eitt ófullkomið meistaraverk, har ivin hjá nútíðarmenniskjanum er í miðdeplinum.

Frankenstein

Ein ungur vísindamaður skapar lív – og heldur seg síðani undan av ræðslu. Skrivað hevur ein 18 ára gomul kvinna. Man bókin vera ein profetisk ávaring um avleiðingarnar av tøkni og ábyrgdina hjá skaparanum? 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Hon setir spurnatekin við okkara hugmynd av menniskjanum og umboðar eina nýggja sjangru, sum vit í dag kenna sum 'science fiction'.

Leitanin eftir mistu tíðini

Sjey bind um tíð, minni og list. Frá tí kendu madeleine-køkuni til seinastu síðurnar um afturfunnu tíðina kannar Proust minnið sum ein bókmentaligan form í sjálvum sær. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Hon er ein maksimalistisk kanning av tilviti, sansaligheit og tíð, ið gevur tí persónliga alment gildi.

Mrs Dalloway

Einans dagur í London, sæddur við eygunum á nógvum tilvitum. Woolf upploysti kronologisku frásøgnina og læt tankarnar streyma frítt millum fleiri persónar. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Bókin vísir okkum modernitet og trauma, sum verður rannsakað gjøgnum tilvitskustreymar.

1984

Í einum totaliterum eftirlitssamfelagi stríðist Winston Smith við at varðveita sína egnu hugsan. Hugtøk sum "big brother" og "tankaløgregla" eru vorðin partar av okkara politiska orðatilfeingi.

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Bókin gevur eina beinrakna mynd av framferðarháttinum hjá totalitarismuni og stríðnum fyri at varðveita tað menniskjansliga. 

W - ella minnið um ein barndóm

Tvær parallellar søgur – eitt barndómsminni og ein ímyndað oyggj – sum smátt um smátt avdúka fráveruna av Holocaust í lívinum hjá einum foreldraleysum dreingi. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Bókin blandar saman sannleikan, sum er í minninum, við allegoriina, ið roynir at fylla út tær síðurnar, sum mangla í. 

Árini 

Søgan um eitt kvinnulív søgd í triðja persóni gjøgnum myndir, handilslýsingar og minnir – uttan eitt tað einasta ‘eg’. Annie Ernaux fann uppá ein nýggjan form, sum sameinir tað persónliga og tað felags. 

Hví telist bókin millum heimsins týdningarmestu? Við hesari bókini varð ein nýtt slag av sjálvsævisøgu skapt – ein sjálvsævisøga uttan tað týðiliga ‘eg’-ið, sum vit annars kenna frá sjangruni. 

Hevur tú hug at vita meiri um heimsbókmentir, kanst tú eisini lurta her eftir poddvarpsrøðini "Højdepunkter i verdenslitteraturen".