Grein

Tímir títt barn at lesa?

Her eru 10 góð ráð til at fáa títt barn at lesa

Eftir bókasavnið

  1. Far á bókasavnið saman við barninum og gerið tað til ein hugnaligan vana, t.d. eina ferð um vikuna longu frá tí at barnið er lítið. Fyrri barnið fer at lesa, lættari er tað at halda á. Finnið gjarna bøkur, sum tit kunnu lesa saman. At lesa fyri barninum styrkir lesigleðina.
  2. Tað er ein misskiljing, at barnið púra skal sleppa bókunum í summarfrítíðini, so tað kann hava frí og taka sær av løttum. Hugsa heldur, at barnið hevur ein lesivødda, sum skal vaksa og haldast við líka. Um barnið ikki lesur í nógvar vikur, minkar lesiførleikin. 
  3. Lat barnið velja. Viðhvørt kann tað vera torført, men slepp tamarhaldinum og lat barnið sjálvt velja eftir permu, liti ella evni, sum tað hevur áhuga í. Hugurin at lesa byrjar við forvitni og áhuga, so spyr barnið, hvat tað hevur hug at lesa um. Tað kann vera freistandi at skjóta upp tær bøkurnar, sum tú elskaði sum barn, men nógv er broytt, og tað er komnar nógvar góðar bøkur síðan tá (hóast vit enn øll elska Pippi, Mumi, Klintrimús, Gummi-Tarzan og fleiri). 
  4. Royn ymisk sløg av bókum. Tað er ikki neyðugt at lesa tjúkkar skaldsøgur uttan myndir hvørja ferð. Royn teknirøðir, graphic novels, ljóðbøkur ella yrkisbøkur, sum fanga forvitnið. 
  5. Spyr bókavørðin, sum fegin hjálpir at finna bøkur, sum hóska til júst títt barn.
  6. Hav bøkur og bløð lætt atkomulig í heiminum. Eru bøkurnar í eygnahædd heima, so barnið røkkur eftir teimum? Standa tær handan glasi í einum skápi, so barnið ikki sleppur framat? Hevur barnið eina hill við bókum í kamarinum? Er barnið limur í einum bókaklubba? Tað er gott at hava bøkur liggjandi frammi, til dømis á sofaborðinum. Bókarpermur eru meira fangandi enn bókarryggir.
  7. Ver ein fyrimynd og les bøkur og tíðarrit. Barnið ger tað, sum tú gert, ikki tað, sum tú sigur. So legg telefonina til viks og les heima. Tú veitst, at tað eisini er gott fyri teg.
  8. Vís áhuga. Spyr lítla ella stóra barnið, hvat tað lesur bæði heima og í skúlanum. Júst tað at vísa áhuga hevur víst seg at hava stóran týdning fyri, hvussu barnið klárar seg í skúlanum, so spyr, hvat tað lesur, og hvat bókin ella tíðarritið er um.
  9. Tosa við barnið ella unglingin um, hví tað er umráðandi at lesa, og hví tað hevur týdning. Størri børn og ung skilja væl, hvat lesing kann gera fyri tey. Tú kanst til dømis tosa um, at lesing gevur hvíld áðrenn songartíð. At lesa av góðum hugi sigst geva meira hvíld enn yoga. Tað gevur eisini góða meining at lesa, tá tað er greitt, hvussu stóran týdning tað kann hava í framtíðini. Góður lesiførleiki ger tað lættari at klára seg væl í skúlanum og seinni á arbeiðsmarknaðinum.
  10. Ger tað hugnaligt at lesa. Sum foreldur skapar tú karmarnar. Ein hugnaligan stól og eina lesilampu. Kanska ein drekkamunn og eina smákøku. Ger mun á skúlalesing og lesing av hugi. Skúlin lærir barninum at lesa, og tá kanst tú stuðla við at vísa áhuga og lurta, meðan barnið ger skúlating. Heima kanst tú hjálpa barninum til at fáa lesigleði.