Reglugerð

Hetta er reglugerðin fyri Býarbókasavnið. Spyrjið starvsfólkini um ivamál eru.

Lánarakort

Fyri at lána er neyðugt at hava lánarakort. Samleikaprógv verður kravt.

Børn undir 13. ár skulu hava undirskift við heimanífrá fyri at fáa lánarakort.

Um lánarakortið verður burtur kostar tað 30. kr. fyri vaksin og 20. kr. fyri børn, at fáa nýtt.

Boðið okkum frá um broytingar eru í persónsupplýsingunum. 

 

Lánitíðin

Bøkur: Lánitíðin er 1. mánaður. Um ongin annar hevur bílagt bókina, kann lánið endurnýggjast tó í mesta lagi 3. ferðir. 

Leikur: Lánitíðin er 1. mánaður. Lánið kann ikki endurnýggjast. 

Lutir: Lánitíðin er 1. vika. Lánið kann ikki endurnýggjast.

Listaverk: Lánitíðin er 3. mánaðir. Um ongin annar hevur bílagt myndina, kann lánið endurnýggjast 1. ferð. Tvær myndir kunnu lænast í senn.

DVD-filmar: Lánitíðin er 15 dagar. Um ongin annar hevur bílagt filmin, kann lánið endurnýggjast 1. ferð. 

Verður farið út um lánitíðina, verða 20 kr. at gjalda. Verður farið meira enn 14. dagar út um lánitíðina, verða 70 kr. at gjalda. Hetta er galdandi, hóast ongin áminning er móttikin.

 

Endurgjald

Endurgjald verður at gjalda fyri oyðilagt ella burturmist tilfar. 

Umsitingarútreiðslurnar eru 140 kr.

Fer skuldin upp um 500 kr., kann rætturin at læna falla burtur, til skuldin er goldin.

 

Bílegging

Til ber at bíleggja tilfar á heimasíðuni, og heinta tað á bókasavinum. Fráboðan verður send, tá bílagda tilfarið er klárt at heinta.

 

Dvd-filmar

Aldursmarkið at læna filmar til vaksin er 13 ár.

 

Teldur

Tað er ókeypis at nýta teldurnar.

Tað skal vera friðarligt við teldurnar. 

Aldursmarkið fyri at nýta teldurnar er 13 ár.

Til ber at printa frá teldunum.