Artotekið

Læn eitt listaverk heim við. 

Á Býarbókasavninum hava vit eitt artotek. Tað er eitt savn av grafiskum listaverkum, sum kunnu lænast á sama hátt sum bøkur og annað bókasavnstilfar. 

Lánitíðin er 3 mánaðir, og tú kanst læna í mesta lagi tvær myndir í senn.  

Her er eitt yvirlit yvir listaverkini. 

Artotekið læt upp á Býarbókasavninum í 2022. 

Við vælvild frá listafólkunum hevur bókasavnið fingið loyvi at læna myndirnar út.