Vinnari av Lesaravirðislønini 2026
Eftir bókasavnið
Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum, og í dag varð vinnarin kunngjørdur: "Svørt orkidé" eftir Vónbjørt Vang.
Hini bæði tilnevndu verkini vóru ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs.
Lesaravirðislønin á 30.000 krónur verður handað á almennum tiltaki á Landsbókasavninum mikudagin 4. mars.
Hetta er triðju ferð at Lesaravirðislønin verður latin.
Virðislønin er sett á stovn fyri at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur.
Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Fyri yrkingasavnið "Svørt orkidé" hevur Vónbjørt Vang frammanundan fingið bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens og Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.