Ungdómsbókasavnið
Á ungdómsbókasavninum eru góðar umstøður hjá teimum ungu at vera. Vit hava fleiri ungdómsbøkur á bæði føroyskum, donskum og enskum og eisini teknirøðir. Eisini eru góðar lestrarumstøður og pláss fyri at spæla borðspøl. Til ber at velja sær eitt borðspæl av hillini.
Ungdómsbókasavnið er á 2. hædd.


Leingi var tørvur á, at ungdómurin fekk meira pláss og betri umstøður á Býrbókasavninum, og í 2022 lat ungdómsbókasavnið loksins dyrnar upp. Á ungdómsbókasavninum hava tey ungu umsíðir fingið sítt egna stað, eitt bókasavn, sum er serliga innrættað til teirra.