Leikasavnið
Fyri at læna leikur, skalt tú bíleggja leikuna á okkara heimasíðu. Tú fært eini boð, tá ið hon er klár at heinta. Eisini ber til at koma á bókasavnið, og spyrja eftir leikuni.
Lánitíðin er 1 mánaður.
Her sæst eitt breitt úrval av leikunum.
Meira um Leikasavnið
Føroya fyrsta almenna leikasavn læt upp á Býarbókasavninum í Havn 15. Juni 2018.
Leikasavnið er partur av átakinum: Grøna leiðin, sum er sett í verk sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har greið mál eru sett um økta býtisnýtslu. Ein arbeiðsbólkur hjá kommununi umboðandi Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina mentu verkætlanina.
Dentur er lagdur á at keypa inn dygdargóðar leikur, ið lúka ES-krøvini fyri leikur til børn.
Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum fíggjar Leikasavnið, ið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina.
Børn og avvarðandi í Tórshavnar kommunu hava tikið væl ímóti hesum tilboði.