80 ár við mumitrøllunum
Eftir Hanne Magnussen
Tove Jansson (1914-2001) hevur teknað og skrivað søgurnar um Mumitrøllini. Tove Jansson var finlendsksvenskur málari, teknari og rithøvundur. Hon skrivaði fyrstu bøkurnar undir 2. heimsbardaga og viðgerð stór evnir og stórar kenslur. Mumidalurin er hugnaligur, men ikki altíð tryggur, og vanlukkur kunnu lúra sum t.d. eldgos og halastjørnur.
Børn í dag kunnu eisini uppliva og hoyra um mangt ræðandi so sum kríggj og veðurlagskreppu. Og her kunnu søgurnar eftir Tovu Jansson kanska hjálpa at fáa gongd á eina samrøðu um hesi viðurskiftir.