Sophie Kinsella er farin um sýn
- hon var drotningin av chick lit
Eftir bókasavnið
Bretski høvundurin Madeleine Sophie Wickham, ið er best kend undir listanavninum Sophie Kinsella, andaðist 10. desember. Í 2024 boðaði hon alment frá sínari sjúkuviðgerð, og at hon hevði ein aggressivan heilasvull. Í 2025 gav hon út sjálvsævisøguligu skaldsøguna "Hvordan føles det?".
Bøkurnar hjá Sophie Kinsella eru kendar fyri sín góða humor, fjálga fløva og lætta tónalag - ofta við tí gløggu, men eitt sindur kiksaðu kvinnuni í miðdeplinum - sami leiklutur, ið mong kenna aftur úr dagbókini hjá Bridget Jones. Í samrøðu í The Guardian hevur Sophie Kinsella sagt, at hon heldur tað vera meiri veruleikakent at lýsa kvinnur sum bæði vitugar, forvirraðar og klombrutar, enn sum lýtaleysar og fullkomnar.
Sophie Kinsella var 55 ár, tá hon andaðist.