Grein

Starvsfólk til Býarbókasavnið

Ert tú okkara nýggja starvsfólk á Býarbókasavninum? Nú er klárt at søkja

Eftir bókasavnið

Býarbókasavnið
Býarbókasavnið

Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at byrja skjótast tilber.

Sum starvsfólk á Býarbókasavninum kunnu vit bjóða tær eitt áhugavert starv á einum livandi, nútímans bókasavni mitt í hjartanum í Havnini.

Høvuðsuppgávurnar fevna um klárgering av bókasavnstilfari, einamest plasting av bókum, umframt aðrar skiftandi uppgávur á stovninum. Harumframt skalt tú arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Avgreiðsluarbeiðið er skipað í vaktum gerandisdagar millum kl. 8-17. Harumframt verður eisini arbeitt ávísar leygar- og sunnudagar.


Førleikar

Til starvið krevst viðkomandi útbúgving ella viðkomandi royndir. Tað er umráðandi, at tú hevur gott handalag. Tú skal vera fyrikomandi, duga at arbeiða í toymi og vera tænastusinnað/-ur, soleiðis at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.

Tú skalt duga at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum og skalt duga væl við talgildum loysnum og KT-skipanum.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið. Starvið er 29,25 tímar um vikuna.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skal sendast Tórshavnar kommununu. Tú søkir starvið við fylgja hesum leinki:

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144953 

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 26. juni 2026.