Viðmæli til vaksin

Les við teimum kendu: Dua Lipa

Á blusuni stendur "Show me your b00ks," og tað er júst tað, sum Dua Lipa hevur gjørt í trý ár.

Eftir bókasavnið

At lesa er hot

Tað er ikki bara á bókasøvnunum og á #booktok, at lesing trívst. Lesing blómar eisini millum heimsins størstu stjørnur, har bøkur verða nevndar í samrøðum, eru við sum mótatilhoyr á reyðu langmottuni, og verða vístar fram á sosialu miðlunum.

Dua Lipa brúkar bøkur til annað enn mótatilhoyr. Av tí at henni dámar so væl bøkur, hevur hon stovnað Service95 book club.

 

For me, reading is comfort. Expansion. Escapism. Constant entertainment.


Service95 book club

Hvønn mánað deilir Dua Lipa eina lesiuppliving við heimin, sum eisini er bókin henda mánaðin og bjóðar rithøvundunum at vera við í prátinum um bókina. Hon fer í dýpdina og tosar m.a. um temu og skrivitilgongd. 

Bókin í november er White teeth eftir Zadie Smith, og Dua Lipa tosar við rithøvundin um m.a. heimbýin London, familjuna og at vaksa upp í millum fleiri ymiskar mentanir. Tú kanst læna White teeth sum e-bók ella ljóðbók her á heimasíðuni. 

Á Service95 book club er umframt bókina henda mánaðin ein rúgva av íblástri at finna. Til dømis eru fleiri listar, sum Dua Lipa og ritstjórnin hava sett saman: bøkur til títt huglag, til ymisku árstíðirnar, persónligar yndisbøkur og enntá ein listi við bókum, sum tú kanst "read performatively in the airport". 

Í stuttum sagt: Tú fært bókaíblástur frá poppstjørnuni.