Viðmæli til vaksin

#BookTok: Weird Girl Lit

Ikki sum hini? Weird Girl Lit eru bøkur um kvinnur, sum fara sínar egnu leiðir við broddi, ruðuleika og skeivum vinklum.

Eftir biblioteket

Frámerki

bøkur til vaksin

"Weird girl literature" er ikki ein sjangra sum so men heldur eitt slag av skaldsøgu - til dømis er eitt eyðkenni, at høvuðspersónurin er ein ósympatisk kvinna, sum kemur í órógvandi og undarligar støður. 

"Weird girl literature" snýr seg ofta um nøkur av teimum meira óbehageligu og fløktu viðurskiftunum við at vaksa upp sum kvinna. Ofta blíva sjangrueyðkenni frá gys og magiskari realismu lænt, og eisini rannsakan av tí ófullkomna, vreiði, tráan og øllum tí, sum er tabu eyðkenna bøkurnar. Tema kann vera móðurskapur, seksualitetur, samleiki, kropsligur sjálvsavgerðarrættur ella sálarlig heilsa, o.a.  

Hesar bøkur hava fingið fótafesti, tí í bókunum kunnu kvinnur koma við sínum daprastu tonkum og djypsta longsli umframt at kunna bróta við samfelagsligu væntanirnar.