Viðmæli til vaksin

Heiðursløntar bókmentir úr Norðurlondum

Nobelheiðurslønin í bókmentum er heimsins elsta og størsta bókmentaheiðursløn

Eftir bókasavnið

Nobelheiðurslønin er uppkallað eftir vísindamanninum, uppfinnaranum, íverksetaranum og vinnulívsmanninum Alfred Nobel, sum eisini skrivaði yrkingar og sjónleikir. Heiðurslønin verður latin á hvørjum ári í oktober av Svenska akademiinum og er gjøgnum árini eisini latin fleiri norðurlendskum rithøvundum.

Heiðurslønin varð fyrstu ferð latin í 1901, og tá var tað franska skaldið Sully Prudhomme, sum fekk hana. Í ár var tað kanadiski rithøvundurin Anne Carson, sum fekk heiðurslønina fyri djarva og nýskapandi ritverk sítt. Men gjøgnum árini hava eisini danskir, svenskir og norskir rithøvundar fingið nobelheiðursløn, umframt ein finskur og ein íslendskur rithøvundur.

Her sært tú nøkur av stórverkunum eftir teir norðurlendsku rithøvundarnar:

Í trappuni á bókasavninum hava vit sett ymiskar bøkur fram sum vit eiga eftir rithøvundar við nobelheiðursløn úr øllum londum.