Healing fiction
At lesa healing fiction er vorðið eitt rák um allan heim, har lesarar vilja lesa skaldsøgur, sum eru eyðkendar av friði, fløva og støðum, sum teir kunnu kenna seg aftur í.
Eftir bókasavnið
Healing fiction skilir seg frá skaldsøgum við nógvari ferð, fløkjum og óhugnaligum vendum í søgugongdini. Tær eru ikki endiliga lættlisnar bøkur, men letur lesaran draga andan eitt sindur djúpari. Tað snýr seg ikki um at flýggja undan veruleikanum, men um at finna eitt gott stað at lenda. Gerandisligar avbjóðingar verða tiknar í álvara, uttan at lata lesaran sita eftir í myrkrinum.
Sjangran minnir um feel-good skaldskap, og kann sigast at vera eitt slag feel-good søgu um einsemi-, sorg-, møði-, skomm- og gerandislív lýst við einum fjálgum huglagi.
Kreppur verða sjáldan loystar við stórum dramatiskum umskiftum. Í staðin fara broytingarnar fram spakuliga, har fólk hittast í júst røttu løtuni.
Stutt um sjangruna
Healing fiction verður eisini kallað K-healing, serliga tá talan er um koreanskar healing fiction bøkur. Sjangran er tætt knýtt at koreanskum og japanskum bókmentum, har flógvar og róligar søgur savna seg um gerandisdagin, felagsskapin og um fólk, sum eru í broyting.
Søgurnar fara fram ofta í einum kendum umhvørvi, til dømis á eini kaffistovu, bókasavni ella í einum lítlum handli. Eitt tilvildarligt møti, ein máltíð, ein gandakend ketta, eitt lítið undur ella ein still samrøða er ofta byrjanin til okkurt nýtt.
Søgugongdin hevur lítla ferð, men er kortini merkt av álvara. Healing-fiction snýr seg ofta um fólk, sum eru vilst í lívinum, og sum so við og við fitta nýtt fótafesti í tilveruni.
Her eru nakrar healing fiction bøkur, sum tú kanst læna á bókasavninum: