Viðmæli til vaksin

#BookTok: Stóra hittið er komið á hillarnar

Ein sera væl móttikin Harry Potter-fanfiction

Eftir bókasavnið

Frámerki

booktok ung vaksin

You're like a rose in a graveyard. I wonder what you could have turned into without the war.” 

Hetta er eitt av mongu sitatunum í bókini Alchemised, sum fevnir um góðar 1000 síður, meðan ljóðbókin er heilar 36 tímar til longdar. Alchemised kom út á enskum í fjør og er ikki hugnalig, góð og hjartanemandi, men ein ótrúliga myrk søga, sum snýr seg um kríggj, pínu og oyðilegging. Farvegurin av vónini er fjarur, men bókin er sera fangandi, at hóast mongu síðurnar er hon skjótt lisin.

Tað byrjaði við Harry Potter

SenLinYu skrivaði eina fanfiction í 2018-2019. Fanfiction er ein víðariskriving av einum verki, sum longu er útgivið, til dømis Harry Potter, Star Wars ella Ringanna harri. Tað finst ein ørgrynna av fanfiction, sum byggir á heimin hjá Harry Potter. 

Heimasíðan Archive of Our Own (AO3) verður nógv nýtt til at deila fanfiction, og tað var eisini har, at SenLinYu byrjaði søgu sína, sum bleiv til Alchemised

Tað upprunaliga verkið kallaðist Manacled. Í Manacled er Harry Potter deyður, føniksfylkingin er fallin, og Voldemort hevur vunnið stríðið. Hermione Granger fjalir eitt loyndarmál í sínum sinni og situr fangi hjá High Reeve (Draco Malfoy), sum roynir at avdúka loyndarmálið.        

Umframt at byggja upp á heimin hjá Harry Potter hevur søgan eisini íblástur úr The handmaid's tale eftir Margaret Atwood. 

Útgávan Alchemised

Manacled kundi ikki gevast út. Tað eru strangar reglur fyri at útgeva fanfiction, tí verkið verður ikki roknað fyri at vera upprunaligt og sjálvstøðugt verk, tá ið tað byggir á ymiskar heimar í øðrum verkum. Fyri at SenLinYu skuldi sleppa at geva søguna út, mátti hon tí skrivast um.

Tí gjørdist Manacled til Alchemised. Í høvuðsheitum er søgan tann sama, men nú gongur hon fyri seg í einum øðrum heimi við øðrum persónum, øðrum nøvnum og við øðrvísi gandi. So tað er ein heilt nýggj søga. 

Men sum Harry Potter-fjeppari kennir tú heilt vist aftur eyðkenni frá Harry Potter-heiminum - lyndiseyðkenni og útsjónd líkjast nógv - men Alchemised er at rokna sum eitt sjálvstøðugt verk.

Bókin snýr seg um ungu kvinnuna Helenu Marino, sum verður funnin í einum tanga inni í einum illa brendum bygningi. Hon hevur ligið har leingi, og tað er merkisvert, at hon ikki er deyð. 

Helena var grøðari og alkymistur fyri mótstøðurørsluna Æviga logan, men stríðið er tapt, og øll eru deyð. Helena verður førd til høvuðsdómaran Kaine Ferron, tí hildið verður, at hon fjalir virðismiklar upplýsingar í sinninum - einum sinni, sum er knúst og innilæst. Kaine fær sum uppgávu at fáa minni hennara út, men tað vísir seg at vera trupult.

Loyndarmálini eru mong, og sum tíðin líður fært tú ta fatan, at Helena og Kaine vita meira um hvørt annað, enn umheimurin ger. Men hvat er sambandið teirra millum? Hvørji loyndarmál goymir Helena?

Fyri at finna útav tí mást tú lesa bókina ...