Heystbókakafé
Eftir Barbaru

8. oktober var heystbókakafé á bókasavinum, har bókavørðir viðmæltu bøkur, teir hava lisið.
Bøkurnar hesa ferð snúðu seg um ymisk evni, so sum syrgiligar lagnur, stríð og ósemjur, og eisini var onkur lýrisk bók ímillum. Fleiri av bókunum høvdu til felags, at tær vóru náttúruskriving, tvs. at bókin er tilvitað um veðurlag, umhvørvi og lívmargfeldi, og náttúran er týðandi partur av frásøgnini.
Góðan lesihug! :-)