Grein

Tímur títt barn at lesa?

Her eru 10 góð ráð til at fáa títt barn at lesa

Eftir bókasavnið

  1. Far á bókasavnið saman við tínum barni, og ger tað til ein hugnaligan vana, t.d. eina ferð um vikuna longu frá tá barnið er lítið. Jú fyrr barnið byrjar at lesa, lættari er tað at halda á. Finn gjarna bøkur, sum kunnu lesast saman. At lesa upp fyri barninum betrar um lesigleðina. 
  2. Tað er misskilt, at barnið púra skal sleppa bókunum í summarfrítíðini, so tað kann hava frí og slappa av. Royn heldur og hugsa um lesing, sum at barnið hevur ein lesivødd, sum skal vaksa og haldast við líka. Um barnið ikki lesur í nógvar vikur, minkar lesiførleikin aftur. 
  3. Lat barnið velja. Viðhvørt kann tað vera torført men royn og slepp tamarhaldinum, og lat barnið sjálvt velja eftir permu, liti ella evni, sum tað hevur áhuga í. Hugurin at lesa byrjar við forvitni og áhuga, so spyr barnið, hvat tað kundi hugsað sær at lisið um. Tað kann vera freistandi at skjóta upp tær bøkurnar, sum tú elskaði sum barn, men nógv er broytt, og tað er komnar nógvar góðar bøkur síðani tá (hóast vit enn øll elska Pippi, Mumi, Klintrimús, Gummi-Tarzan og fleiri). 
  4. Royn ymisk sløg av bókum. Tað er ikki neyðugt at lesa tjúkkar skaldsøgur uttan myndir hvørja ferð. Royn teknirøðir, graphic-novels, ljóðbøkur ella yrkisbøkur sum fanga forvitni. 
  5. Spyr bókavørðin, sum fegin hjálpir at finna bøkur fram, sum passa til júst títt barn.   
  6. Hav bøkur og bløð lætt atkomuligt í heiminum. Eru bøkurnar í eygnahædd heima, so barnið røkkur eftir teimum? Eru tær aftan fyri glas í einum skápi, so man ikki sleppur framat? Hevur barnið eina hill við bókum í sínum kamari? Er barnið við í einum bókaklubba? Tað er gott at hava bøkur liggjandi frammi til dømis á sofaborðinum. Bókapermur eru meira fangandi enn bókaryggir.
  7. Les sjálv/ur. Títt barn ger tað, sum tú ger, ikki tað, sum tú sigur. So legg telefonina til viks og les heima. Tú veitst tað er gott fyri teg eisini.
  8. Vís áhuga. Spyr inntil, hvat barnið ella tann unga lesur bæði heima og í skúlanum. Júst hetta, at vísa áhuga, hevur víst seg at hava stóra týdning fyri, hvussu barnið klárar seg í skúlanum, so spyr, hvat tey lesa, og hvat tað handlar um.
  9. Tosa við barnið ella tann unga um, hví tað er umráðandi at lesa, og hví tað gevur meining. Størri børn og ung skilja saktans, hvat lesing kann gera fyri tey. Tú kanst til dømis tosa um, at lesing er avslappandi áðrenn songartíð. At lesa, bara tí tú hevur hug, sigst vera meira avslappandi enn yoga. Tað gevur eisini góða meining at lesa, tá tað er greitt, hvussu stóran týdning tað kann hava framyvir. Tað ger tað lættari at klára seg væl í skúlanum og eisini lættari, tá tey fara á arbeiðsmarknaðin.
  10. Ger tað hugnaligt at lesa. Sum foreldur setur tú rammurnar. Ein hugnaligan stól og eina lesilampu. Kanska ein drekkamunn og eina smákøku. Ger mun á skúlalesing og at lesa, tí tú hevur hug. Skúlin hjálpir tínum barni at læra at lesa, og har kanst tú stuðla við at vísa áhuga og lurta, tá barnið ger skúlating. Heima kanst tú hjálpa tínum barni við at koma at elska at lesa.