Lesiavbjóðing í summarfrítíðini
Summarbókin 2026
Eftir Barbaru
Til tín sum er 6-15 ár!
- Dámar tær væl at lesa- og at taka av avbjóðingum? So kom og ver við!
Fá eitt skjal á bókasavninum at fylla út. Les 3 bøkur, klára 10 av avbjóðingunum, og skriva ummæli av bókunum.
Tað ber væl til at gera fleiri avbjóðingar í senn, t.d. (1) les eina teknirøð (2) saman við einum, tær dámar, (3) meðan tú hevur føturnar í vatni. So hevur tú longu klárað 3 avbjóðingar.
Lat skjalið inn áðrenn 13. august. Tú fært ein ís, og ert við í lutakasti um spennandi vinningar.
Tá ið børn lesa í summarfrítíðini, verður lesigleðin stimbra, og samstundis menna tey sín lesiførleika.