Grein

Býarbókasavnið hevur fingið nýggjan leiðara

Tórshavnar kommuna hevur sett Vígdis Bjarnadóttir í starv sum nýggjan býarbókavørð og leiðara á Býarbókasavninum

Eftir bókasavnið

Vígdis er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole og cand.mag. í mentan og miðling frá Syddansk Universiteti. Hon hevur drúgvar royndir innan bókasavnsverkið, har hon frá 2001 til 2019 hevur arbeitt á Landsbókasavninum. Síðani 2019 hevur hon verið varaleiðari á Býarbókasavninum.

Eg gleði meg nógv til uppgávuna. Eg síggi stórar møguleikar í at menna bókasavnið sum ein livandi mentanar- og vitanarstovn, har bókin, lesingin og felagsskapurin eru í miðdeplinum. Eg vóni at kunna byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum longu er gjørt,

sigur Vígdis Bjarnadóttir. 

Býarbókasavnið takkar fráfarandi leiðaranum, Vónbjørt Vang, fyri hennara arbeiði og íkast til menningina av bókasavninum og ynskir Vígdis hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.