Grein

Leiðari til Býarbókasavnið

Býarbókasavnið søkir eftir einum dugnaligum býarbókavørði, sum kann standa á odda fyri Býarbókasavnið.

Eftir Tórshavnar kommuna

Býarbókasavnið

Býarbókasavnið er meira enn eitt stað, har fólk læna bøkur. Tað er eitt alment rúm fyri øll – eitt stað fyri vitan, lesing, hugflog, samrøðu, mentan og felagsskap. Vit leita eftir einum leiðara, sum sær hesar møguleikar og hevur hugflog til at menna býarbókasavnið til komandi ættarlið.


Starvið

Leiðarin hevur starvsfólkaábyrgd, umframt fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd.

Tú skalt tryggja, at bókasavnið hevur eitt greitt endamál, góða tænastu og dugnalig starvsfólk, samstundis sum tú ert við til at flyta stovnin inn í framtíðina.

Býarbókasavnið fevnir eisini um Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn, Nólsoyar bókasavn, umframt tíggju skúlabókasøvnini í kommununi – eisini hevur Býarbókasavnið bókasavnssamstarv við Sandoynna og Suðuroynna, samvarandi lóg um fólkabókasøvn.


Tínar høvuðsuppgávur verða at

  • leiða og menna Býarbókasavnið fakliga, starvsfólkaliga og strategiskt
  • seta kós og skapa eina greiða visjón fyri framtíðarinnar bókasavn
  • umsita og raðfesta játtan og fíggjarlig viðurskifti
  • menna bókasavnstænastur og tryggja, at tær samsvara við tørvin hjá borgarunum
  • styrkja bókasavnið sum alment, inkluderandi og ókeypis rúm
  • miðla lesing, bókmentir, upplýsing og livandi mentanarvirksemi
  • skapa samstarv við skúlar, dagstovnar, mentanarstovnar, áhugafeløg, listafólk og onnur
  • tryggja, at børn og ung eru ein týðandi málbólkur í virkseminum
  • hava ábyrgd av menning og nýtslu av hølum og fysiska umhvørvinum kring bókasavnið
  • arbeiða við verkætlanum, menning og nýhugsan, sum styrkja leiklutin hjá bókasavninum í samfelagnum


Vit leita eftir tær, sum

  • hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi
  • hevur leiðsluroyndir og gott skil fyri leiðslu av einum kommunalum stovni
  • hevur áhuga fyri bókum, lesing, mentan, upplýsing og samfelagsviðurskiftum
  • dugir at gera visjónir ítøkiligar og fáa fólk við
  • dugir at skapa góð arbeiðsviðurskifti og fáa tað besta fram í starvsfólkum

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá bókasavni, mentanarøkinum ella øðrum almennum stovni, men leiðsluførleiki, visjón og evnið at menna ein nútímans almennan stovnum verður raðfest.


Vit bjóða

Eitt fjølbroytt leiðarastarv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á eitt bókasavn í støðugari menning.

Tú fært:

  • eitt sjálvstøðugt leiðsluøki, við tilvísing til Mentamáladeildina hjá Tórshavnar kommunu
  • møguleika at menna Býarbókasavnið og tess leiklut í býnum
  • eitt arbeiðsumhvørvi, har mentan, vitan og menniskju eru í miðdeplinum
  • møguleika at arbeiða við bæði dagligari leiðslu og longri strategiskari menning
  • eitt starv, sum hevur beinleiðis týdning fyri borgarar og samfelag


Umsókn

Tú søkir starvið her: Leiðari til Býarbókasavnið. Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðkomandi skjølum skulu sendast okkum í seinasta lagi 23. oktober 2026.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heina Gaard, leiðara fyri mentamáladeildina.

Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála.

Umsóknarfreist
fríggjadagur 23. oktober 2026

Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv

Setanarslag
Fast starv

Arbeiðsstaður
Tórshavn 

Spurningar til starvið
Heini Gaard
Deildarleiðari
783354
heinig@torshavn.fo