Læn ein bókaposa í heystfrítíðini
Veitst tú ikki, hvat tú skalt lesa í heystfrítíðini? So kanst tú lata okkum velja tær ella børnunum tríggjar góðar bøkur.
Eftir Bókasavnið

Vit hava pakkað eina rúgvu av posum við bókum, ið eru klárir at læna.
Vaksin kunnu velja millum posar við krimi-, spennings-, kærleiks-, enskum ella blandaðum bókum. Og børnini kunnu velja millum posar við peiki-, mynda-, krimi-, kærleiks-, óhugna- ella enskum bókum.
Tá tú lænir bøkurnar, fært tú ein vakran posa, bókamerki og faldara frá Føroyar Lesa. Og penn og endurskin frá Býarbókasavninum.
VÆLKOMIN á bókasavnið og góðan LESIHUG!