Framsýning av bókum og filmum
8. mars er altjóða kvinnudagur. Betri høvi býðst ikki at fagna kvinnunum í bókmentunum.
Í bókmentunum eru nógvar søgur, har kvinnuligu høvuðspersónarnir seta seg sjálvar í váða, hóast flestu fólk bera seg undan. Vit lesa ævisøgur um allar tær sterku kvinnurnar úti í heimi, sum hvønn dag standa fast á sinum og stríðast fyri at gera mun og at verða góðtiknar, sum tær eru. Kvinnuligir rithøvundar skriva um bæði løtt og tung evni og berjast fyri at verða hoyrdir á jøvnum føti við mannligu starvsfelagarnar.
Tí framvegis eru kvinnurnar við minnilutan í bókmentaheiminum, eins og tær altíð hava verið tað. Nógv halda, at tær eru gloymdar í bókmentasøguni, og at tær eru undirumboðar í bókmentayvirlitunum, sum eru útgangsstøði fyri, hvat verður lisið í skúlunum. Í fjølmiðlum og kjakum eru vit framvegis langt frá at hava bókmentaliga javnstøðu, men tá leitað verður í bókmentasøguni og samtíðarbókmentum, finnast til alla lukku nógvar sterkar og dugnaligar kvinnur, sum skriva.
Seinastu árini eru eisini komin fleiri tekstasøvn, sum seta sjóneykuna á javnstøðu, kvinnurættindi og feminismu.
Yvirhøvur eru nógvar bøkur at troyta, sum geva íblástur til at lesa um ella eftir nakrar av teimum sterku kvinnunum í bókmentunum.
Hesa vikuna sýna vit fram eitt úrval av hesum bókunum í framsýningini á 2. hædd.