E-bøkur og -miðlar eru elektroniskar handbøkur, dagbløð og tíðarrit, e-bøkur og aðrir netmiðlar, sum bókasavnið bjóðar, har tú kanst leita eftir øllum møguligum evnum.

Tað merkir, at tú kanst nýta netmiðlarnar allastaðni, um tú hevur atgongd til internetið. Einasta kravið er, at tú býrt í kommununi og ert lánari á Býarbókasavninum.