Leikasavnið

Føroya fyrsta almenna leikasavn læt upp á Býarbókasavninum 15. juni 2018.

Á Leikasavninum ber til at læna dygdargóðar leikur við líknandi treytum, sum tá tú lænir eina bók.

Leikasavnið er partur av Grøna leiðin-átakinum, sum er sett í verk sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har greið mál eru sett um økta býtisnýtslu.

Ein arbeiðsbólkur hjá kommununi umboðandi Býarbókasavnið, Børn og Ung og Umhvørvisdeildina mentu verkætlanina. Dentur er á at keypa inn dygdarleikur, ið lúka ES-krøvini til leikur til børn.

Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum fíggjar leikasavnið, ið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina.

Børn og avvarðandi í Tórshavnar kommunu hava tikið væl ímóti hesum tilboði.

Tilfar