Spælistovan

Gerandisdagar er spælistovan ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni, og foreldrum ella avvarðandi teirra. Spælistovan letur aftur ein tíma áðrenn bókasavnið.

Tað vil siga, at spælistovan er opin soleiðis:
Mánadag til hósdag kl. 9-19
Fríggjadag kl. 9-17
Leygardag kl. 10-16
Sunnudag kl. 14-16

Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tilboðið er eisini væl egnað til teirra, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð.
Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn hitta onnur í somu støðu, og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu.

Býarbókasavnið sær hetta eisini sum ein góðan møguleika at vísa bæði foreldrum og børnum møguleikarnar á barnabókasavninum. Spælistovan er á somu hædd sum barnabókasavnið, og er eitt ókeypis tilboð.

Spælistovan er á 3. hædd, har barnabókasavnið eisini er. Í spælistovuni eru leikur, pútur og madrassur, so góðar umstøður eru hjá børnunum at spæla.

Øll børn eru vælkomin saman við foreldrum sínum.