Søga og virksemi
Søga
1969 • Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl. Tað helt til í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.
1977 • Bókasavnið fór at læna út ljóðbøkur.
1990 • Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat.
1993 • Hølini vórðu aftur víðkað, og bókasavnið var nú 813 fermetrar í 4 hæddum.
1998 • Alt tilfarið varð skrásett á teldu.
2004 • Bókasavnið fór at læna út dvd-filmar.
2005 • Nýggj telduskipan varð keypt.
2006 • Bókasavnið fekk lyftu.
2009 • Kommunan keypti tann partin av bygninginum, sum áður var leigaður.
2010 • Farið varð undir umbygging av hæddini út til Niels Finsens gøtu.
2011 • Gøtuhæddin varð tikin í nýtslu í apríl sum partur av Býarbókasavninum
2011 • Sjálvgreiðslur til útlán og innlating av bókum vórðu tiknar í nýtslu í mai.
2018 • Leikasavnið læt upp.
2018 • Matpakkarúmið læt upp.
2019 • Spælistovan flutti inn.
Virksemi
Býarbókasavnið hevur tríggjar deildir: útlán fyri vaksin, lesistovu og barnabókasavn.
Bókasavnið eigur umleið 75.000 bøkur og filmar (við árslok 2015).
Bókasavnið hevði 138.500 vitjanir í 2015.
Bókasavnið hevur samstarv við fleiri stovnar í kommununi um útlán.
11½ ársverk eru á bókasavninum, tey eru býtt soleiðis: 4 ársverk til skrivstovufólk, 6½ ársverk til bókavørðir og 1 ársverk til býarbókavørðin. Í hesum størvum eru sett 14 fólk.
9 skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið.