Álvur
Álvur
Álvur
Álvur
Álvur
Álvur

Álvur Ákason fyllir 50

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
21.10.22
Framsýning frá 20. oktober til 13. november

Kom inn á barnabókasavnið og uppliv okkara framsýning um Álv Ákason við plakatum og ymsum spølum og dukkum.

Ævintýrrúmið er gjørt um til eitt Álvur Ákason-rúm í sambandi við føðingardagin. 
Børnini kunnu lita ymisk myndevni av Álvi og vinum hansara ella leggja Álvur-putlispøl.

Svenski rithøvundurin og teknarin Gunilla Bergström (1942-2021) skrivaði og teknaði fyrstu søguna um Alfons Åberg, Álvur Ákason á føroyskum, í 1972. Fram til 2012 komu 26 bøkur um Álv, og tær eru umsettar til 35 ymisk mál. Fleiri søgur um vinkonuna Mallu eru eisini ímillum.

Tað vakti ans í 70unum, at Álvur býr saman við pápanum, sum er einsamallur, uttan at lesarin nakrantíð fær at vita hví. Hetta var ikki vanligt tá og ikki sæð fyrr í barnabókmentum.

Fyrsta bókin um Álv á føroyskum kom í 1988. Tað var “Knýt bara, Álvur”, sum Føroya Lærarafelag gav út.

Fyrst og fremst er Álvur ein vanligur, fittur drongur við trupulleikum, sum øll børn kunnu kenna seg aftur í. Tí hevur hann rakt fleiri ættarlið av børnum, og væntandi verður hann tíðarbærur 50 ár afturat - í minsta lagi.

Tilfarið til framsýningina hava vit fingið gjøgnum svenska sendiumboðið í Føroyum.

Leygardagin 29. oktober kl. 14 feira vit Álv við einari søguløtu fyri børn

Mariann Hansen lesur eina søgu um Álv Ákason í Álvur Ákason-rúminum.

Eingin føðingardagur uttan køku, so barnabókasavnið bjóðar køku, og børnini kunnu spæla við leikurnar.

Øll eru vælkomin.

 

 

 

Tilfar