Orðingar 2020-
2022
Carl Jóhan Jensen.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður í 2022 latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymsku, Terningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi. Skaldsøgurnar lýsa tilveruna “sum eitt elastikk ... spent á tamb og so slept knappliga”. Felags fyri tær eru misjøvn barnaár í skiftandi frásagnarsniði. Ein er fyrsta-persónsskaldsøga, ið ferðast víða í tíð og um støð; ein er fortalt hugarensl hjá einum fullkomiliga tigandi søgupersóni; tann triðja er ein long dement einrøða við einum tigandi lurtara. Minni, gloymska og tilvild eru miðjan í hesum tríverki.
Nils Ohrt.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður í 2022 latin Nils Ohrt fyri verkið Millum Føroyar og málningin. Bókin varpar ljós á myndlistina og lívið hjá trimum føroyskum listafólkum: Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálvi av Reyni, og kapitlarnir byrja við djúptøknum greiningum av einstøkum verkum. Millum Føroyar og málningin setur tey trý og teirra myndir í ein størri samanhang við at knýta træðrir ímillum listina her heima á landi og rák úti í heimi. List kemur av aðrari list, verður staðfest, og við umfatandi viðgerð, fótnotum og keldutilfari vísir høvundurin, hvussu tríggir føroyingar hava tikið lut í samrøðuni við listaheimin rundan um okkum.
Det Feröische Compagnie.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2022 latin leikbólkinum Det Feröische Compagnie fyri slóðbrótandi leikir síðani 2010. Í 2022 hevur leikbólkurin framført leikverkið Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági. Við støði í søguni um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen hevur Det Feröische Compagnie skapað ein minimalistiskan leik, sum spreingir siðbundnar fatanir av leiklist og megnar at bróta niður allar veggir millum áskoðara og leik. Áskoðarin upplivir samanbrestin millum kaldan og óndan veruleika og tað, sum ger heimin vakran. Upplivingin livir og trokar á, hóast bæði Lykkenborg og Pól Jóhannus eru horvin.
2021
(kemur)
2020