Lesiringar

Dámar tær væl at lesa, og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?

Býarbókasavnið hevur í mong ár skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og útvegar bøkurnar, ið lisnar verða.

Fyrsti fundur er á Býarbókasavninum mánakvøldið 2. november 2020 kl. 18.30

Síðani hittast vit fyrsta mánakvøld í hvørjum mánað kl. 18.30-20
7. desember 2020 kl. 18.30-20
1. februar 2021 kl. 18.30-20
1. mars, 2021 kl. 18.30-20
29. mars, 2021 kl. 18.30-20 (grundað páskaferiu)
3. mai, 2021 kl. 18.30-20

Vit fáa okkum ein drekkamunn og tosa um bøkurnar, vit hava lisið.

Øll eru vælkomin – roynd sum óroynd  :)

Fá meir at vita við at skriva til Vónbjørt Vang ella ring 302020.

 

 

Tilfar