Matpakkarúmið á 3. hædd

Eftir at vitjandi leingi høvdu spurt eftir einum matpakkarúmi til børnini, læt Býarbókasavnið í november 2018 upp fyri einum spildurnýggjum rúmi, har børn kunnu eta sínar matpakkar

Atgongd er til matpakkarúmið frá barnabókasavninum á 3. hædd.

Pláss er fyri umleið 20-24 børnum, og brúkararnir taka sjálvir upp eftir sær. Vask, lappar, feiiskuffa og ruskspannir eru á staðnum.