Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður í 2022 latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymsku, Terningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður í 2022 latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymsku, Terningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi.

M.A. Jacobsens heiðurslønir og barnamentanarheiðursløn 2022

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
21.10.22
Fegnir heiðurslønarmóttakarar í Müllers Pakkhúsi. Býarbókasavnið ynskir teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum.

Hósdagin 20. oktober 2022 vórðu M.A. Jacobsens-heiðurslønirnar og barnamentanarheiðurslønin latnar á móttøku í Müllers Pakkhúsi. Niðanfyri ber til at lesa grundgevingarnar hjá nevndunum fyri at lata heiðurslønirnar.

Barnamentanarheiðurslønin

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar kommunu varð latin Jákupi Veyhe fyri útvarpsleikrøðina Tey í Mórugøtu, sum vit einamest kenna úr barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, men sum eisini er lagað til einmans- og skúlaleikir.

Við jøvnum millumbilum eru Kenneth og Katja og øll hini í Mórugøtu beinleiðis atvoldin til, at børn og vaksin gerast ov sein um morgunin.

Tey í Mórugøtu er nakað so forkunnugt sum upprunaføroyskt dygdarundirhald til børn og ung, men talar tó eisini til aðrar aldursbólkar. Breiddin ger, at tilfarið er meira enn bara undirhald. Talan er um sjáldsama gløggan samtíðarhumor, sum bæði prikar og avdúkar viðurskifti, sum vit kenna okkum aftur í, men helst ikki vilja kennast við.

Jákup Veyhe eigur stórt rós uppiborið fyri Tey í Mórugøtu, sum hann bæði skrivar, ritstjórnar og ljóðblandar, umframt at leggja røddir, ljóð og tónleik til.

Fagrar bókmentir

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður í 2022 latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymskuTerningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi.

Skaldsøgurnar lýsa tilveruna “sum eitt elastikk ... spent á tamb og so slept knappliga”. Felags fyri tær eru misjøvn barnaár í skiftandi frásagnarsniði.

Ein er fyrsta-persónsskaldsøga, ið ferðast víða í tíð og um støð; ein er fortalt hugarensl hjá einum fullkomiliga tigandi søgupersóni; tann triðja er ein long dement einrøða við einum tigandi lurtara. Minni, gloymska og tilvild eru miðjan í hesum tríverki.

Yrkisbókmentir

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður í 2022 latin Nils Ohrt fyri verkið Millum Føroyar og málningin.

Bókin varpar ljós á myndlistina og lívið hjá trimum føroyskum listafólkum: Sámali Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálvi av Reyni, og kapitlarnir byrja við djúptøknum greiningum av einstøkum verkum.

Millum Føroyar og málningin setur tey trý og teirra myndir í ein størri samanhang við at knýta træðrir ímillum listina her heima á landi og rák úti í heimi. List kemur av aðrari list, verður staðfest, og við umfatandi viðgerð, fótnotum og keldutilfari vísir høvundurin, hvussu tríggir føroyingar hava tikið lut í samrøðuni við listaheimin rundan um okkum.

Mentanaravrik

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2022 latin leikbólkinum Det Feröische Compagnie fyri slóðbrótandi leikir síðani 2010.

Í 2022 hevur leikbólkurin framført leikverkið Lykkenborg í Listastovuni í Miðvági.

Við støði í søguni um miðvingin Pól Jóhannus Poulsen hevur Det Feröische Compagnie skapað ein minimalistiskan leik, sum spreingir siðbundnar fatanir av leiklist og megnar at bróta niður allar veggir millum áskoðara og leik.

Áskoðarin upplivir samanbrestin millum kaldan og óndan veruleika og tað, sum ger heimin vakran. Upplivingin livir og trokar á, hóast bæði Lykkenborg og Pól Jóhannus eru horvin.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar kommunu varð latin Jákupi Veyhe fyri útvarpsleikrøðina “Tey í Mórugøtu”. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir verður í 2022 latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymsku, Terningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður í 2022 latin Nils Ohrt fyri verkið Millum Føroyar og málningin. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2022 latin leikbólkinum Det Feröische Compagnie fyri slóðbrótandi leikir síðani 2010.