Saga JAM eftir Høgna Mohr vann lesaravirðislønina í ár
Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru Saga JAM eftir Høgna Mohr, Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottarsdóttir og Tám eftir Jón Thorsteinsson.
Vinnarin gjørdist "Saga JAM".
Mikudagin 6. mars kl. 17 verður Lesaravirðislønin handað á Klaksvíkar bókasavni. Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment. Umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit.
Hetta er fyrstu ferð, at Lesaravirðislønin verður latin.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á tær føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Dagføring:
Røðan hjá Anniku Smith, landsbókavørði, sum handaði Høgna Mohr virðislønina mikudagin 6. mars 2024:
Eg havi fingið tann heiður at handa fyrstu Lesaravirðislønina sum føroysku bókasøvnini í felag skipa fyri.
Henda virðislønin er ein møguleiki hjá bókasøvnunum at heiðra føroyskar bókmentir og tí bókini sum
bókasavnsbrúkarar halda vera best umtókt.
Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.
Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Saga JAM” eftir Høgna Mohr, ”Summarið varar ikki alt árið longur” eftir Katrina Ottarsdóttir og ”Tám” eftir Jón Thorsteinsson.
Vinnarin varð avdúkaður mánadagin og tað er bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr ið hevur vunnið lesaravirðislønina.
Høgni Mohr er sera virkin høvundur, ið skrivar greinar, yrkingar, og skaldsøgur og yrkisbókmentir. Við ofta vøkrum og stuttligum orðingum gevur hann innlit í sítt egna lív og egnu tankar og meiningar. Mangan verður hann mettur kontroversiellur, og má man siga, at hann er heilt sín egin og við skørpum eygleiðingum fær hann lesaran at seta spurnartekin við sínar egnu sannføringar.
Ævisøguliga skaldsøgan, Saga Jam, sum er høvuðsverkið hjá Høgna Mohr snýr seg um lívið hjá fótbólsspælaranum, vinnulívsmanninum og barndómsvini rithøvundans, Jan Allan Muller.
Rithøvundurin lýsir syndarligu lagnuna hjá Jan-Allani, sum varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa, men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. Hetta er ein søga um langtan og stórar dreymar.
Tá Saga JAM kom út í 2022 skapti hon mikla øsing – allarhelst tí at hon kom veruligum persónum ov nær í okkara lítla samfelagi - og so er hetta nakað heilt nýtt í føroyskum bókmentum.
Tað er ómetaliga týdningarmikið at hava bøkur á føroyskum, tí uttan føroyskar bøkur ber ikki til at lesa á føroyskum. Tá ið vit lesa føroyskar bøkur fáa vit innlit í føroyska samfelagið. Vit fáa innlit í hvussu onnur hugsa, hvussu onnur liva og hvussu okkara medmenniskju eru. Vit læra at perpektivera. Í bókaheiminum kemur tú inn í tankarnar á øðrum menniskjum og lærir um tað, at vera menniskja. Tað at vit kenna okkum aftur í øðrum menniskjum fremur okkara empati og kenslulív. Við at seta okkum inn í, hvussu onnur fólk hugsa og liva, læra vit um hvussu onnur hava tað.
Bøkur sum snúgva seg um menniskjalívið og viðgera evni, sum koma okkum við sum menniskju, eru við til at menna okkum og at flyta mørk á ein hátt, sum bara bókmentir kunnu.
Góði Høgni, hjartaliga tillukku við Lesaravirðislønini 2024.