Filmstriben logo

Filmstriben

Á Filmstriben.dk er eitt úrval av góðum filmum, bæði nýggjum og klassiskum, sum kunnu stroymast beinleiðis til teldu ella sjónvarp.

Lánitíðin fyri hvønn filmin er 24 tímar. Tá ið lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar. Hámarkið fyri hvønn lánara er 16 stig um mánaðin, sum t.d. kann brúkast til 4 vanligar spælifilmar ella enn fleiri stytri filmar. 

Hvør kann nýta Filmstriben?
Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta Filmstriben.

Hámark
Eitt hámark er fyri, hvussu nógvar filmar, allir lánarar á Býarbókasavninum tilsamans kunnu læna um mánaðin. Viðhvørt kemur fyri, at hámarkið verður rokkið móti endanum á mánaðinum. Tá mást tú bíða til mánaðarskiftið við at síggja ynskta filmin gjøgnum bókasavnið. Um tú ikki vilt bíða, kanst rinda til Filmstriben, fyri at sleppa at síggja filmin beinanvegin.

Hvør einstakur lánari hevur eisini eitt hámark á 16 stig, at brúka til filmar.

Filmarnir eru bólkaðir í stigabólkar eftir hesi skipan:

  • Spælifilmar og onkrir heimildarfilmar – kosta 4 stig
  • Heimildarfilmar yvir 30 min – kosta 3 stig
  • Filmar upp til 30 min – kosta 2 stig
  • Filmar upp til 15 min – kosta 1 stig

Vit vóna at brúkarar fáa gleði av hesi tænastu, veitt frá tínum bókasavni.

Evni