Orðingar 2010-2019
2019
Oddfríður Marna Rasmussen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2019 verður latin Oddfríði Marna Rasmussen fyri skaldsøguna Ikki fyrr enn tá.
Skaldsøgan lýsir giftan rithøvund og hundaeigara, sum missir bæði hjúnafelaga og hund. Oyðandi rúsdrekkamisnýtsla og patetisk skriving eru stig á leiðini fram til nýggja sjálvkenslu. Standandi á berum millum tilverunnar lættleika og tómleika stríðir hann seg við góðari hjálp á føtur aftur, ikki minst við stuðli frá eini kreppuraktari kvinnu, ið er rýmd úr harðligum parlagi. Realistiska og myndaríka frásøgnin loftar ráðaloysinum og stríðnum móti ringu samvitskuni hjá manninum um, at lívið skal halda fram. Ein skaldsøga um viðbreknu tilveruna í at síggja til tryggu, modernaðu Føroyum.
Hanus Kamban
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2019 verður latin Hanusi Kamban fyri bókmentaligu ævisøguna Hans Andrias I-II.
Hanus Kamban gevur við neyvleika og nærlagni væl skjalfest innlit í persónin Hans Andrias og fjøltáttaða skaldskap hansara. Skaldskapur, ættarsøga, brøv og søgulig samtíðarskjøl eru við skaldsliga hegni Hanusar vorðin til eitt vælskrivað stórverk, sum hugfangandi lýsir skaldskapin og ævisøguna hjá fólkakæra rithøvundi okkara. Lesarin fær innlit í ein fjølbroyttan mentamann, framfýsnan samfelagsborgara, virknan tjóðarbyggjara og gott innlit í samtíð hansara. Eisini kensluborna privatmanninum gevur Hanus eina inniliga mynd av við støði í brævaskifti millum Hans Andrias og konuna Petru.
Við bókaverkinum um Hans Andrias hevur Hanus latið úr hondum eitt týðandi íkast til føroyska bókmenta- og mentanarsøgu.
Bernharður Wilkinson
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2019 verður latin Bernharði Wilkinson.
Bernharður hevur sum orkesturleiðari staðið á odda fyri Føroya symfoniorkestri í mong ár. Hesi árini er orkestrið ment nógv. Við Bernharði er virksemið hjá orkestrinum økt við fleiri konsertum og fjølbroyttum tónleiki, heilt frá fyrstu føroysku symfoniini til níggjundu symfoni hjá Beethoven. Barnakonsertirnar hava gjørt, at flaggskipið í føroyskum tónleiki hevur hugtikið og ment tónleikaáhugan hjá teimum smæstu, samstundis sum orkestrið veitir yrkistónleikarum íblástur og avbjóðingar. Soleiðis ganga Bernharður og Føroya symfoniorkestur á odda at tryggja, at føroyskur tónleikur áhaldandi mennist og blómar.
2018
Rannvá Holm Mortensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2018 varð í ár latin Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingasavnið Sólsmakkur. Rannvá hevur mest verið virkin sum listakvinna, men gav í ár fyrsta yrkingasavn sítt út. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at “Beinanvegin heitið á bókini angar av poesi. Tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Har eru ferðir víða um heimin, ljós barnaminni og ógvisligar vaksnakonuroyndir, hugsanir um veðurlagsbroytingar og flóttafólkastreymar, sansaligar kropsupplivingar og arbeiði sum laborantur, sjúkrarøktari og listamálari. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir – eitt satt meistaraverk.”
Edward Fuglø
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 varð latin Edwardi Fuglø. Edward fær serliga mentanarlønina fyri listaverkini úr træi, sum hanga í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nazaret metir nevndin vera “eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list.” Í grundgeving síni siga tey, at: “Tað sameinir tað hugsanarsama hugskotið við ein at síggja til einfaldan rundan form, sum kortini er fjølbroyttur, tá hugt verður nærri at teimum einstøku relieffunum. Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll.”
2017
Sissal Kampmann
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2017 verður latin Sissal Kampmann fyri yrkingasavnið Sunnudagsland frá 2016.
Í sermerktum gerandisligum myndamáli lýsir Sunnudagsland heimlongsulin og útlegdina. Savnið lýsir heimliga smáputlið og setir tað í frásjón í spurninginum um fremmandagerð, sum ítøkiliga verður lýst í tvíbýttu sinnisstøðuni: útlongslinum og strembanini eftir at sætta seg við tað heimliga, at hoyra til og falla til. Einki eintýtt svar er til tvístøðuna. Kortini hómast ein loysn í glottunum, tá ið lívið vísir seg frá teirri lívsjáttandi síðuni. Gerandisdagurin verður settur í størri samanhang, har heimstaðurin bæði hevur innvortis og útvortis lív. Yrkingasavnið lýsir lívið í brotum á nógvum pallum í senn, og tað skapar eina álítandi, samansetta mynd av samtíðini.
Simme Arge Jacobsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2017 verður latin Simma Arge Jacobsen.
Simme var fremsti slóðbrótari fyri føroyskum rokk- og popptónleiki í fimmtiárunum. Hann var við til at stovna bæði tónleikaklubba og tónleikafelag, og hann gav út egnan tónleik á plátu. Frá Simma hava vit fingið sangperlurnar “Rasmus”, “Minnist tú enn”, “Tvær fjaðrar” umframt aðrar, og saman við øðrum hevur hann ríkað okkara sangskatt óteljandi ferðir. Simme læt í 1959 upp handilin Simme Musikkhús, og ígjøgnum hann hevur hann eggjað og stuðlað fleiri ættarliðum av ungum tónleikarum.
2016
Heðin M. Klein
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2016 verður latin Heðini M. Klein fyri yrkingasavnið Tað orðið.
Tað orðið er sjáldsama heilskapað yrkingasavn, sum gjøgnum bønina “Gev mær ...” uttan íhald sóknast eftir tí eina rætta orðinum fyri tað, sum ikki kann sigast. Talan er um eina langa yrking, ið vendir og snarar orðunum, dregur væntað og óvæntað brigdi fram í teimum og fagnar gjøgnum hesar rørslur lívinum, sum tað er. Við sínum serliga tónalagi og serstøku rytmu leiðir yrkingin lesaran langt inn í tilveruspurningar, sum hava alment gildi. Savnið er ein skaldslig rannsóknarferð inn í tað, sum formar og birtir undir tilvitsku okkara.
Eilif Samuelsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2016 verður latin Eilifi Samuelsen.
Eilif hevur halgað sína tíð sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli. Við týðing úr upprunamáli og útgávu av verkum sum Statinum hjá Platon og Politikkinum og Etikkini hjá Aristoteles úr forna Grikkalandi, Játtanum Augustinusar frá kirkjunnar ungdómi og høvuðsverkum hjá Thomasi Aquinas og Machiavelli úr evropeiskari miðøld hevur Eilif ríkað okkum við heimspekiligum dýrgripum á móðurmálinum. Eilif hevur harumframt týtt skaldslig verk eftir Abelard, Turgenjev og Lagerkvist til gott og lætt føroyskt mál. Hetta er fyrimyndarligt mentanaravrik.
Eingin heiðursløn varð latin fyri yrkisbókmentir
2015
Carl Jóhan Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2015 verður latin Carl Jóhan Jensen fyri bókina Eg síggi teg betur í myrkri, sum kom út í 2014.
Við hesi bókini hevur Carl Jóhan Jensen aftur givið lesarum sínum eina skaldsliga avbjóðandi og ríka uppliving. Søgan um mannin, ið livir, yrkir og hugsar upp framskygdar vinnuligar verkætlanir, og sum endar við at verða vavdur upp í tjóðskaparsosialistiskar ørvitisætlanir, ið spegla hugsanir fyri næstan fýrs árum síðani, hevur eisini boð at siga samtíðini. Bókin hugtekur við ríka málburðinum, frásagnarligu útgreiningunum og samansettu søgugongdini.
Jóan Pauli Joensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2015 verður latin Jóan Paula Joensen fyri Bót og bita, 1 og 2, frá 2015.
Føroysk matmentan og føroyskir matsiðir verða á vísindaliga dyggan hátt lýst úr siðsøguligum sjónarhorni. Myndatilfar, heimildarfrásagnir og søguligar lýsingar eru vandaliga vald og sett saman í heildarmynd, ið lýsir mattilfeingi og matvanar føroyinga gerandis og heilagt. Sera áhugavert er eisini, hvussu bókin lýsir nýggjar matvørur og matgerðarhættir, ið eru komin til landið, og vísa sínámillum ávirkan og samvirkan millum heimligt og fremmant.
Verkið Bót og biti er úrslit av forvitni og frásagnarfrøi hjá nærløgdum granskara, og tað er týðandi íkast í siðsøguliga mentanarvarðan.
Jákup Veyhe
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2015 verður latin Jákupi Veyhe.
Jákup hevur, heilt síðani hann hermdi eftir Atla P. Dam, løgmanni, ríkað okkum við sínum framúrskarandi sjónleikaraevnum og sínum sjáldsama góðu skemtigávum. Umframt at undirhalda á vælkenda sjónleikarapallinum hevur Jákup alla tíðina strembað eftir at royna nýggjar leiðir. Á tann hátt hevur hann brotið upp úr nýggjum á fleiri mótum, tað verði seg við sjónvarpsskemti við m.ø. Pipar og salt, við lýsingaframleiðslu til sjónvarp og útvarp, við hoyrispølum til barnaútvarp, við skemtiligum prikum fríggjadagar og mongum øðrum. Og við Klippfisk hevur Jákup saman við øðrum slóðað fyri eini spennandi framtíð í føroyskari filmsframleiðslu.
2014
Kim Simonsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014 verður latin Kim Simonsen fyri yrkinga-savnið Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið frá 2013.
Orð, myndir og uppseting skapa eina listaliga heild, sum lýsir tilverugrundarlagið hjá yrkjaraegnum. Ferðir seta dám á yrkingarnar eins og kærleikssorg, keðsemi, tilvild og fjøltáttaða lívfrøðiliga grundarlagið. Hetta eru óundansleppandi megir í lívinum, ið mynda menniskjuna og tilvitið.
Yrkingarnar eru álvarsamar og hava vítt útsýni landafrøðiliga og millumtekstliga. Tíð, stað og rúmd eru í upploysn, deyðin treytar lívsins natúrligu og endaleysu ringrás, har spurningur verður settur við, hvørji spor einstaklingurin og hvør einstøk vera seta í fleirmilliarda livitíð jarðarinnar.
Óli Olsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2014 verður latin Óla Olsen fyri bókina Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð frá 2013.
At smíða skip var týðandi táttur í menningini av føroyska samfelagnum undanfarnu øldirnar. Í bókini greiðir Óli hegnisliga frá hesum sermerkta handverki, og træskipasmiðir kring alt landið verða lýstir á livandi hátt. Til hetta verkið hevur Óli skrásett motorbátar, sum vórðu smíðaðir í Føroyum, og søgan um nógvar av teimum gevur áhugaverda mynd av lívstreytum og liviumstøðum í 20. øld. Umframt tekstin gera nógvu frálíku myndirnar og nærlagda uppsetingin bókina til ein spennandi heim at leita inn í – ein heim, sum er horvin, men sum nú hevur fingið ein minnisvarða.
Margreta Næss
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2014 verður latin Margretu Næss, sum tók stig til at flyta tað skrivaða føroyska orðið yvir í tað talaða.
Við hesum slóðbrótandi arbeiði hevur hon givið teimum, ið ikki eru so stinn í lesing ella eru sjónveik, ein gyltan møguleika at ogna sær kunnleika og fylgja við í samfelagsligum viðurskiftum. Hon hevur sjálv lisið bøkur inn og skipað ljóðbókaframleiðsluna og soleiðis virkað fyri, at øll kunnu brúka ljóðbøkur javnbjóðis við aðrar tekstmiðlar.
2013
Katrin Ottarsdóttir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2013 verður latin Katrini Ottarsdóttur fyri yrkingasavnið Eru koparrør í himmiríki frá 2012.
Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett. Eitt djarvt og bersøgið yrkingasavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarsligu spor hjá tí viðbrekna barninum.
Pól Jespersen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2013 verður latin Pól Jespersen fyri fyri bókina Rúmdin – almenn stjørnufrøði.
Í bókini verður livandi greitt frá longu stjørnufrøðisøguni. Við støði í lívssøguni hjá kendastu stjørnufrøðingunum fáa vit innlit í alt himmalhválvið og stødd- og alisfrøðina, sum stjørnufrøðin byggir á. Tekstur, myndir og ikki minst høvundans egnu tekningar gera eina sterka eind, sum gevur leikfólki møguleika at kunna seg um hesi torgreiddu evni. Eingin lesari kann ivast í, at bókin byggir á drúgvar lærararoyndir og á lívlangan alsk til evnið.
Turið Sigurðardóttir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2013 verður latin Turið Sigurðardóttur.
Turið Sigurðardóttir er ein eldsál. Hon týðir og tað úr upprunamálum. Eitt nú skaldsøguna Salka Valka eftir Halldór Laxness, fimm bøkur um Pippi Langsokk eftir Astrid Lindgren umframt úr enskum og týskum. Turið er ein av virknastu bókmentafrøðingum okkara við týðandi ritgerðum um skaldsøgurnar eftir Martin Joensen, um tjóðskaparyrkingina, og hon skrivar bókmentasøgu. Turið hevur skrivað lærubøkur, greitt ritverk til prentingar og sett altjóða málskeið í verk. Hon kveikir, stílar fyri og samstarvar. Hon hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum.
2012
Jóanes Nielsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2012 verður latin Jóanesi Nielsen fyri skaldsøguna ”Brahmadellarnir” frá 2011.
Brahmadellarnir er ein postmodernað søgulig skaldsøga við nútíðini sum rammu. Gjølligt søguligt grundarlag gevur nútíðini kjølfestu. Tíð og rúm, veruleiki og fiktión, sjálvævisøga og tjóðarsøga eru fínliga vovin saman til eina avbjóðandi lesiuppliving, har kausaliteturin ikki fylgir tí skilvísi, vit eru von við. Á løttum, einskildum máli fær Jóanes lýst torskilda mannalyndið, eisini har tað víkur frá. Mannalagnur, sum eru fyri sosialum, samfelagsligum og kynsligum ágangi og vanbýti, verða lýstar bersøgið og rátt, men við listfrøðiligum snildum, sum geva skaldsøguni listaliga dygd. Søguliga skaldsøgan hevur í Brahmadellunum fingið nýggjan ham, har søgan skapar ta listfrøðiligu útsøgnina.
Eivind Weyhe
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir verður latin Eivindi Weyhe.
Bøkurnar, sum hann hevur lagt úr hondum, eru framúr úrslit av nærlagdari gransking og tilfar til víðari gransking.
Í bókini Hentzasavn hevur Eivind á filologiskan hátt greitt til prentingar fyrstu kvæðini, sum Jóhannes í Króki skrivaði upp í 1819. Sama arbeiðslag eyðkennir Í miðjum grasgarði við kvæðum úr Suðuroy. Í heildarverkinum Eivindaródn eru mál- og navnafrøðiligar greinir og aðrar greinir eftir Eivind um kvæði savnaðar. Hesar tríggjar útgávur eru úrslit av tí málvísindaliga arbeiðslag, ið eyðkennir alt, ið Eivind hevur avrikað til fragd og lærdóm hjá okkum lesarum.
Jens-Kjeld Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2012 verður latin Jens-Kjeld Jensen.
Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga.
Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag.
Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. Hann kemur javnan við ávaringum, tá ið okkurt djóra- ella plantuslag ella náttúran í síni heild er hótt.
2011
Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir
Nicolina Jensen Beder
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2011
Nicolina hevur við nærlagni, persónligum innliti og hollari rannsakan lýst tilvirking úr skinni og ull úr søguligum og siðsøguligum sjónarhorni.
Hennara eldhugi og hegni at seta sín dám á hetta megnarverk. Eitt verk av alstórum týdningi, tí tað sigur frá einari tilverutýðandi og siðvandnari framleiðslu, sum er um at fara í søguna.
SEYÐUR ULL OG TØTING gevur samtíðini og eftirtíðini møguleika at kunna seg við siðbundna stovnsrøkt og tilvirking úr skinnni og ull.
Jógvan Isaksen
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens 2011
Jógvan hevur seinastu mongu árini staðið á odda í Mentanargrunni Studentafelagsins, sum er vorðið rættiligt forlag í tann mun tað ber til í Føroyum.
Mentanargrunnur Studentafelagsins gevur bókamarknaði okkara breidd og dýpd, sum høvir fólkaræðisligum hugsunar-, talu- og prentfrælsi. Undir leiðslu Jógvans hevur føroyska almennið fingið ein hóp av týðandi samtíðarbókmentum
2010
Tóroddur Poulsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2010 verður latin Tóroddi Poulsen fyri yrkingasavnið Útsýni.
Í eini røð av yrkingasøvnum, prosabókum, nýskapandi skaldsøgum og hesi seinnu árini eisini við myndum og tónum hevur Tóroddur Poulsen lýst sítt og okkara lív á høgum listaligum stigi. Hann er tikin úr leikum at skapa myndburðir, sum í senn vísa á tað vanliga og margháttliga. Í Útsýni er speisemið mildari enn áður. Afturfyri hevur listaliga inn- og útsýnið funnið nýggjar leiðir, sum geva yrkingunum almenna vídd. Tóroddur Poulsen er einsýna góður yrkjari.
Rógvi Mouritsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2010 verður latin Rógva Mouritsen fyri bókina Fiskar undir Føroyum.
Undir vatnskorpuni svimja teir í sínum margfeldi: mánafiskar, prikkafiskar og tussafiskar. Lusifer og rútarkongur. Bláriddari, knurrhani og huldukrutt.
Við bókini Fiskar undir Føroyum ber til at kava í dýpið og draga upp úr torvuni upplýsingar og vakrar myndir av fiskunum undir Føroyum. Hvussu víða teir liva, stødd, lit, eyðkenni og hvønn týdning teir hava fyri fiskiskapin.
Umframt at savna inn upplýsingar og at skráseta teir hevur høvundurin hegnisliga navngivið teir fiskar, sum higartil hava verið navnleysir.
Fiskar undir Føroyum er valaverk eftir Rógva Mouritsen
Bjørki Geyti
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens 2010 verður latin Bjørka Geyta fyri Føroya Sjósavn.
Kveikjarin, eldsálin og allahandamaðurin Bjørki Geyti hevur við hjálp frá øðrum hugsjónafólki burtur úr ongum skapt eitt lívfrøðiligt undurverk í gamla íshúsinum á Argjum. Børnum, ungdómi og vaksnum til undran, gleði og gagns. Sjósavnið er ein týðandi vitanarkelda, sum ger margfeldið í havinum algongt. Fyri hendan varða í føroyska almenninum verður Bjørki Geyti heiðraður við mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens.