Læsekompas
Við Lesikumpassini finnur tú allar fagrar bókmentir á donskum til vaksin, bæði pappírsbøkur og talgildar.
Tær nýtist ikki at rita inn fyri at nýta Lesikumpassina, men um tú vilt bíleggja bøkurnar, kanst tú rita inn við tínum vanliga bókasavnsbrúkara.
Tú kanst stovna listar við yndisbókum, lisnum bókum og bókum, sum tú ætlar tær at lesa. Og tú kanst deila listarnar við aðrar brúkarar og facebookvinir.
Donsku bókasøvnini mentu Lesikumpassina, tí at tørvur var á einum amboði at hjálpa brúkarunum at finna bøkur út frá áhuga og huglagi hjá lesaranum. Tí mentu tey eitt mál fyri lesiupplivingar. Tað merkir, at Lesikumpassin hjálpir tær at finna bøkur ikki einans út frá rithøvundi og evni, men eisini út frá longd, ferð, huglagi og skrivistíli. Tí allir lesarar eru serstakir og seta ymisk krøv til, hvat ein góð lesiuppliving er.