Biblo: Appir til tín
Biblo eru appirnar hjá bókasøvnunum. Um tú vilt lurta eftir poddvarpssendingum ella lesa e-bøkur online, geva appirnar tær atgongd til søgur, vitan og upplivingar - sama hvør tú ert, og hvar tú ert.
Ein heimur av innihaldi
Biblo GO!
eReolen GO! er blivin til Biblo GO!, sum er nýggja appin hjá børnunum við e-bókum, ljóðbókum og poddvarpssendingum.
Biblo
eReolen er blivin til Biblo, har tú kanst lesa og lurta eftir e-bókum, ljóðbókum og poddvarpssendingum.
Heinta nýggju appirnar hjá bókasavninum
Tú finnur nýggju appirnar hjá bókasavninum í App Store og Google Play. Áðrenn jól verða gomlu appirnar stongdar, og í staðin skalt tú taka niður tær nýggju appirnar. Eins og áður ritar tú inn við lánaranummarinum á lánarakortinum (minst til øll nullini) og fýrasiffraða loynitalinum hjá tær.
Skulu vit hjálpa tær?
Á Býarbókasavninum eru vit klár at hjálpa, um tú hevur spurningar um nýggju appirnar ella tørv á hjálp at koma í gongd.