Um Biblo
Biblo er appin hjá bókasøvnunum, har tú kanst lesa og lurta eftir e-bókum, ljóðbókum og poddvarpssendingum og finna íblástur til næstu lesiupplivingina.
Ein heimur av innihaldi
Biblo er appin hjá bókasøvnunum við ljóðbókum á føroyskum, e-bókum og poddvarpssendingum frá fleiri enn 700 forløgum. Appin kemur í staðin fyri eReolen og inniheldur alt tað, sum tú kennir, men í einari nýggjari brúkaravinarligari app við betri lesara og avspælara.
Kanska ætlar tú at læna nýggjastu krimibókina, men endar við at læna eina poddvarpssending um miðaldargátur ella eina eina skaldsøgu, sum tú ongantíð hevði hoyrt umrødda. Í Biblo finnur tú íblástur gjøgnum viðmæli, temu, evni og útvalt innihald, sum hjálpir tær víðari til næstu lesi- ella lurtiupplivingina.
Soleiðis byrjar tú
Fyri at brúka appina skalt tú hava lánarakort á Býarbókasavninum. Um tú ikki longu ert lánari, kanst tú seta teg í samband við okkum.
Tú finnur nýggju appina í Google Play og App Store.
Skulu vit hjálpa tær?
Á Býarbókasavninum kunnu vit hjálpa tær, um tú hevur spurningar til nýggju appina ella tørv á hjálp at koma í gongd.
Plagar tú at brúka eReolen? Gev so gætur, at tú framvegis kanst lata upp eReolen-appina og gera teg lidna/n við lánunum inntil 17. desember.
Hetta kanst tú gera í Biblo-appini
Læna og bíleggja
Tú kanst rita inn í appina við lánaranummarinum (minst til øll nullini) og loynitalinum og læna og bíleggja bøkur - akkurát sum tú kennir tað frá eReolen.
Virknu lánini hjá tær í eReolen verða ikki flutt yvir. Tí skalt tú lurta ella lesa læntu bøkurnar lidnar í eReolen-appini. Tað ber til inntil 17. desember.
Bíleggingarnar verða fluttar til Biblo, og tú kanst læna tær, tá tær eru klárar. Minst til at tendra notifikatiónir frá appini, so tú fært boð, tá bøkurnar eru klárar at læna.
Tú kanst ikki longur læna ella bíleggja bøkur í eReolen-appini - í staðin skalt tú taka niður Biblo, har tú finnur tína næstu lesiuppliving.
Les og lurta
Í appini kanst tú lesa e-bøkur og lurta eftir ljóðbókum.
Í lesaranum ber til at innstilla skriftstødd og -slag, linjufrástøðu og bakgrundslit, og tú kanst fokusera lesingina við linjufokus og fáa orð ella brot lisin upp.
Í avspælaranum kanst tú millum annað innstilla lesiferðina og innstilla, nær tú fert at sova.
Minnislisti og lánihistorikkur
Hevur tú funnið eina góða bók? Trýst á hjartað og set hana á minnislistan í Biblo, so tú lættliga finnur hana aftur, tá tú hevur tíð at læna hana. Við hjarta-ikoninum kanst tú altíð til- og frávelja tilfar til minnislistan.
Minnislistin virkar tvørtur um heimasíðu og app. Tí sært tú tann sama minnislistan, sama um tú hevur ritað inn á snildfon, teldil ella teldu.
Minnislistin frá eReolen fyri seinastu fimm árini fylgir sjálvvirkandi við yvir á Biblo.
Í byrjanini riggar lánihistorikkurin ikki - men hann kemur seinni! Lánini hjá tær verða framvegis skrásett í skiftistíðini, og historikkurin kemur í Biblo sum skjótast. Um tú hevur bøkur, sum tú vilt hava finna aftur í miðlaru tíð, goym tær so á minnislistanum í eReolen - so finnur tú tær eisini á minnislistanum í Biblo.
Finn íblástur
Biblo bjóðar nógvan íblástur til næstu lesiupplivingina - sum ektað menniskju hava valt til tín. Á síðuni "opdag" finnur tú nýggjar, viðkomandi og væl umtóktar titlar á hillunum umframt greinir, sum bókasavnsfólk hava skrivað. Um tú bara hevur áhuga fyri einari ávísari sjangru, kanst tú royna heimarnar undir "Søg", har øll kunnu finna okkurt áhugavert.