eReolen Global: Talgildar bøkur á enskum

Við eReolen Global og appini Libby kanst tú lesa e-bøkur og lurta eftir talgildum ljóðbókum á enskum.

eReolen Global er eitt talgilt bókasavn við altjóða tilfari og appini Libby.

Á eReolen Global finnur tú íblástur og kanst leita millum ensktmæltar e-bøkur og e-ljóðbøkur í túsundatali. Tú kanst eisini lesa tíðarrit, goyma titlar á minnislistanum, reyta bøkurnar við stjørnum og bíleggja titlar, har bíðirøð er.

Í Biblo-appini kanst tú leita eftir ensktmæltum bókum frá eReolen Global. Fyri at lurta eftir ljóðbókunum ella lesa e-bøkurnar mást tú fara inn á eReolenGlobal.dk ella brúka Libby-appina.

Hvar er bíleggingin hjá mær?

Summir titlar ganga út tá ein tíð er fráliðin ella tær hava verið útlæntar so og so nógvar ferðir. Titlarnir og bíleggingarnar á teimum verða ikki sjálvvirkandi strikaðar. Tí gjøgnumganga vit javnan útgingnu titlarnar og strika bíleggingar, sum eru á teimum.

Um tú vilt hava eina nærri frágreiðing um, hví ein bílegging er vorðin strikað, ella um tú hevur aðrar spurningar, kanst tú skriva til ereolenglobal@gentofte.dk.

 

Rita inn á eReolen Global

Tú ritar inn á eReolenGlobal.dk og í Libby við sama lánarakortnummari (minst til øll nullini) og loynitali, sum tú brúkar á Biblo. Vel Býarbókasavnið og tøppa inn tínar upplýsingar. Lán frá eReolen Global telja ikki við í lánikvotuni á Biblo.

 

Hjálp til eReolen Global

eReolen Global er eitt samstarv millum bókasøvnini og amerikansku fyritøkuna OverDrive, sum rekur og mennir tænastuna.

Um tú hevur tørv á hjálp at koma í gongd, finnu tú vegleiðingar til bæði eReolenGlobal.dk og Libby niðanfyri.

Frámerki

Biblo