Um Biblo GO!

Biblo GO! er bókasavnsappin til børn við e-bókum, ljóðbókum og poddvarpssendingum og einari ørgrynnu av viðmælum frá donskum børnum og ungum.

Hænder, der holder telefon. På skærmen Biblo GOs logo

Telefonin er full av bókum

Drekar, gátur, vinaløg, óhugni og stuttleiki bíðar børnum í bókasavnsappini Biblo GO! 

Í appini kunnu børn og ung lesa e-bøkur, lurta eftir ljóðbókum og finna tær góðu søgurnar. Appin kemur í staðin fyri eReolen GO! og inniheldur alt tað góða innihaldið, sum børn kenna, men í eini nýggjari og snildari app.
 

Í Biblo GO! kanst tú granska evni, síggja viðmæli frá øðrum børnum og lættliga finna tína næstu yndisbók. Sum nakað nýtt hava vit gjørt tað kulari at lesa tær donsku e-bøkurnar við hesum nýggju funkunum: 

  • Appin kann lesa tey ringu orðini fyri teg
  • Linjufokus, sum hjálpa tær at fokusera lesingina
  • Tillaga e-bókina við ymiskum litum, tekststøddum og skrifttypum

Soleiðis byrjar tú

Rita inn í appina við lánaranummarinum (minst til øll nullini) og fýrasiffraða loynitalinum. Um tú ikki longu hevur lánarakort kanst tú fáa tað á Býarbókasavninum. 

Tú finnur nýggju appina í Google Play og App Store.

Brúka Biblo GO! her á heimasíðuni

Biblo GO!-universið er eisini at finna her á heimasíðuni. Finn íblástur, læn og les her.

Skulu vit hjálpa tær?

Á Býarbókasavninum kunnu vit hjálpa tær, um tú hevur spurningar um nýggju appina ella um tú hevur tørv á hjálp í byrjanini.  

Gev gætur, at tú framvegis kanst lata eReolen GO!-appina og gera teg lidna/n við tilfarinum, sum tú hevur lænt, inntil 10. desembur.