Bókaframsýning

Bannaðar bøkur

Við átakinum #BannaðarBøkur verður sjóneyka sett á sensur og talufrælsi

Eftir bókasavnið

Síðan 1982 hevur Banned Books Week verið í USA á hvørjum ári í september mánaði. Í Norra, Svøríki og Danmark er tað PEN felagsskapurin, sum er stigtakari til átakið #BannaðarBøkur. Eisini í Grønlandi og Føroyum eru bókasøvn partur av átakinum. 

Bøkurnar, ið vit hava valt at vísa fram, eru eitt úrval av listanum av bannaðum bókum hjá Dansk PEN. Allar bøkurnar á listanum eru ella hava verið bannaðar ella sensureraðar onkustaðni í heiminum. 

Um tú kemur á bókasavnið, so sært tú seðlar í bókunum. Á teimum sært tú grundgevingar fyri banningini, ið snýr seg um átrúnað, kyn, rasu, samleika, politikk ella talufrælsi.