Bókaframsýning

Bannaðar bøkur

Vit seta sjóneykuna á sensur og talufrælsi við átakinum #BannaðarBøkur

Eftir bókasavnið

Síðan 1982 hevur Banned Books Week verið í USA á hvørjum ári í september mánaði. Í Norra, Svøríki og Danmark er tað felagsskapurin PEN, sum er stigtakari til átakið. Eisini í Grønlandi og Føroyum eru bókasøvn partar av átakinum #BannaðarBøkur. 

Bøkurnar, ið vit vísa fram, eru eitt úrval av listanum av bannaðum bókum hjá Dansk PEN. Allar bøkurnar á listanum eru ella hava verið bannaðar ella sensureraðar onkustaðni í heiminum. 

Um tú kemur á bókasavnið, sært tú, at vit hava sett seðlar í bøkurnar. Á seðlunum sært tú grundgevingar fyri banninum, ið kann snúgva seg um átrúnað, kyn, rasu, samleika, politikk ella talufrælsi.