Skiftisaldur
Eftir Barbara
Ikki altíð verður nokk tosað um skiftisárini, og enn kunnu tey sigast at vera tabu at tosa um. Hetta vilja vit gera upp við á bókasavninum. Vit hava fleiri góðar bøkur um júst skiftisárini, og hava savnað hesar saman. Tær standa frammi í trappugongini, bæði fagrar bókmentir og yrkisbøkur. Eisini sært tú eitt úrval av bókunum her. Tað ber væl til at læna bøkur, sum eru við í framsýningini.